Marginalarnir við Neistanum

Neistin-H71 32-31 (15-13)

Talan var um sera tepran sigur, sum Neistin í dag vann á H71.

Dysturin var fyrst og fremst merktur av linligum verjuspæli, og eina løtu í seinna hálvleiki tóktist talan skula verða um sanna málveitslu.

Liðini fingu tó skil upp á hetta seinastu løtuna. Ikki minst H71, sum eitt skifti vann seg upp á 29-27. Seinastu løtuna megnaðu teir tó ikki at halda høvdinum kalt. Tað dugdi Neistin munandi betur, og so fingu teir lirkað ein tepran eitt-máls sigur heim.

Fyri Neistin skoraði Tróndur Kragesteen 11 mál. Danni Syhler skoraði 9 ferðir fyri H71.