Margit og Elinborg 35 ára starvsdag

- Tær báðar hava á ein fyrimyndarligan hátt røkt sítt arbeiði í 35 ár, vita tey í Nes kommunu at siga

Margit Andersen og Elinborg Højgaard hava arbeitt í 35 ár hjá Nes kommunu.

 

Á lítlari samkomu í gjár handaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu og Marita Dalsgaard, skúlastjóri við Tofta skúla, teimum báðum gávur og blómur.

 

- Margit Andersen hevur arbeitt sum vaskifólk í Tofta skúla í 35 ár. Hon byrjaði, tá útbyggingin av Tofta skúla varð liðug í 1981. Elinborg Højgaard vaskaði fyrst í læknahølinum, síðan í kommunuskrivstovuni, og frá 1994 hevur hon vaskað í Tofta skúla.

 

Tað veit Nes kommuna at siga í gjár.

 

Tær báðar hava á ein fyrimyndarligan hátt røkt sítt arbeiði í 35 ár, og á lítlari samkomu í gjár, saman við teirra starvsfeløgum, takkaðu Jóhannus Danielsen, borgarstjóri og Marita Dalsgaard, skúlastjóri, teimum fyri trúgva og góða tænastu.

 

Á samkomuni fingu Margit Andersen og Elinborg Højgaard handaðar gávur og blómur.