Tá ið Maria fylti seksti, avráddi hon at fara av arbeiðsmarknaðinum, aftan á 46 virkin ár. Fyri framman lá eftirløn, otium og tíð við ommubørnunum, umframt stórar ætlanir um at ganga gjøgnum alt landið, á ferð gjøgnum lívið. Á runda føðingardegnum fekk hon í gávu frá vinfólkunum ein skirvisligan barnavogn. Í honum vóru alskyns lutir, ið einum tørvar, tá ið leiðin verður bæði drúgv og veðurbard, tí Maria hevði sett sær sum mál at vitja fólk og støð, sum hava sett bæði góð og minni góð spor í tilveru hennara.
Óskipað
Maria hevur búð í Danmark í 45 ár. Hon er kristin, sosialistur, Christianiavinur, friðarvakt uttanfyri Fólkatingið og so er hon pílagrímur.
- Eg havi ongantíð verið serliga skipað, so tað var meira ella minni uppá kvamsvís at eg blakaði meg útí hetta villa projektið, sigur Maria, smoyggir stóra ryggsekkin av sær og heingir reyða Helly Hansen jakkan um stólin, áðrenn hon rópar á tænaran um at fáa eina stóra øl. Maria er sunn, frísk og vøkur á at líta. Hárið er grásprongt, húðin sløtt og sólbrend – uppá tann sunna mátan. Myrkabrúnu eyguni glógva meðan hon greiðir frá.
- Longu aftaná fyrsta teinin millum Keypmannahavn og Humlebæk mátti eg avskipa meginpartin av øllum viðførinum, tí eg hevði fylt barnavognin við eini tretivu kiloum av viðføri, mest bókum og klæðum. Men eg fann skjótt útav, at um eg skuldi orka at ganga við vogninum, mátti hann vera nógv lættari. So eg sendi ein stóran part av øllum skramblinum heim aftur, sigur Maria, meðan hon flennir hjartaliga at sær sjálvari og klappar í kæti. Hetta er nakað, ið hon ger - klappar!
- Men samstundis hevði tað stóran týdning fyri meg, at túrurin ikki var skipaður, tí tað havi eg ikki lyndi til. Mær dámar best bara at fara avstað og ikki seta nakað ávíst mál. Hetta gjørdi eisini, at eg onkuntíð svav úti ella leigaði meg inn hjá tilvildarligum fólki. Og alt hetta legðist afturat upplivingini: at liva nú og at taka lívið, sum tað kemur, sigur Maria.
Kollektiv
Saman við húski sínum, fyrrverandi manninum Knút og døtrunum Rúnu og Maju, hevur Maria búð 17 ár av lívi sínum í tveimum kollektivum í Horsens og Vejle. Í hesum sambandi er hon komin at kenna nógv fólk, og komu hesi vinaløg væl við á longu ferðini gjøgnum landið. Allastaðni lótu fyrrverandi kollektivbúgvar gleðiliga dyrnar upp fyri einsamøllu føroysku fjakkarainnuni.
- Fyrst í sjeytiárunum vóru vit við til at seta á stovn De Kollektive Børne- og ungdomsmiljøer i Danmark, sum vóru 12 kollektivar sosialistiskar bústaðareindir fyri børn og ung, ið ikki kundu búgva heima, greiðir sigur Maria frá. Hon er útbúgvin pedagogur og hevur alla sína tíð arbeitt við børnum og ungum.
- Endamálið við hesum kollektivum var, at børn og vaksin skuldu liva undir somu korum í einum tøttum antiautoritérum felagsskapi, har allar avgerðir vórðu tiknar á felagsfundum, ið øll kundu taka stig til. Tað vóru privat fólkstovnaðu kollektivini, sum vóru ein uppgerð við traditionellu tilboðini til børn og ung, ið tá á døgum vóru merkt av autoriteti, harðskapi og kulda, greiðir Maria frá.
Forvitin
Maria Andersen, f. Rasmussen vaks upp í Miðvági og er dóttur Tomasiu, f. Olsen, ættað av Hellunum og Aksel Rasmussen við Kirkjar í Miðvági, sum bæði eru farin hiðani. Maria er miðlingur av trimum systrum.
- Longu sum barn kendi eg meg øðrvísi. Dámdi væl at lesa bøkur og var altíð hugtikin av tí, ið var øðrvísi. Fór blaðung til Havnar og sum 20 ára gomul var útlongsulin vorðin so stórur, at eg fór niður til Danmarkar saman við sjey øðrum føroyskum gentum, sigur Maria.
Hetta var í 1960 og gjørdist Altjóða Háskúlin í Helsingør sostatt fyrsti bústaður hennara niðri. So hesin fekk sjálvsagt eisini vitjan av Mariu, nú nøkur og fjøruti ár seinni.
- Her kom eg beinleiðis úr Miðvági og niður í eitt altjóða umhvørvi, har eg hitti fólk úr øllum heiminum. Júst, sum eg altíð hevði droymt um. Og longu árið eftir fór eg á Kibbutz í Ísrael, helst sum fyrsti føroyingur nakrantíð.
- Eftir vitjanina á Altjóða Háskúlanum gekk leiðin til Holbæk, har eg eisini vitjaði fólk úr kollektiv-umhvørvinum. Hetta var eitt ómetaliga langt og strævið strekki, og nú gekk tað veruliga upp fyri mær, at eg hevði ikki fyrireikað ferðina nóg væl. Eg gekk í bølamyrka vegjaðaranum, bilarnir hurraðu framvið og tað oysti niður. Men eg kom tó vegin fram, og í dag síggi eg, at upplivingarnar, sum eg fekk á øllum túrinum, hava ríkað meg so ómetaliga nógv, at eg vildi ikki vera tær fyri uttan, sigur Maria. Og hon vísir á, at tað, at hon sá øðrvísi út og gekk við gamla barnavogninum gjørdi, at fólk, ið hon kom framá, vóru forvitin og tordu so væl at práta við hana, ikki minst um lívsdreymar.
- Hetta var eisini orsøkin til, at eg mangan varð boðin heim til fremmand fólk at práta, tí tey sóu, at her kom ein, ið líkasum var staðin av tí heila og sum hevði tíð at lurta.
Á sinnissjúkrahúsinum
Í Nykøbing Sjælland gjørdist støðgurin nakað væl drúgvari enn hini støðini, tí har var so nógv, sum skuldi gjøgnumlivast sálarliga.
22 ára gomul bleiv tað lutur Mariu, í samráð við læknar, at skipa fyri, at 16 ára gamla lítlasysturin, Kirstin, varð send niður á statshospitalið í Nykøbing Sjælland, eins og so nógvir aðrir sálarsjúkir føroyingar tá á døgum.
Kirstin hevði fingið diagnosuna ungdomssløvsind, ella á nútíðarmálið skizofreni, og var vandamikil bæði fyri seg sjálva og onnur í Miðvági.
- At Kirstin varð send av landinum hevur verið ein tann størsta sorgin í lívinum, bæði fyri meg og foreldrini, og hendan sorgin hevur fylt meg øll árini, sigur Maria, sum minnist aftur á allar føroyingarnar, ið búðu á stovninum, harav nógvir onga vitjan fingu, greiðir Maria stillisliga frá, meðan hon starir tómt út í caféina. Og hon heldur fram í sama tóna:
- Nú eg vitjaði staðið aftur, var tað so trist at síggja kirkjugarðin, har nógvar føroyskar gravir enn eru. Tá Kirstin fór niður í ‘62 vóru tær 38 kvinnur í hvørjari høll. Tær høvdu als onki privatlív, bara hvør sína song og eitt náttborð. Og har gekk Kirstin: ung, kløn, sjúk og føroysk millum hesar fremmandu sinnissjúku damurnar, sigur hon, og starir ... niður í borðið. Hon smílir, summar seg og fær sær ein smakk av ølini, meðan hon greiðir frá, at Kirstin búði á Statshospitalet í Nykøbing Sjælland til fyrst í sjeytiárini, tá hon kom heim til Føroyar aftur í sambandi við at psykiatriin varð sett á stovn her á landi.
- Tað var gott og upplyftandi at uppliva Statshospitalet í dag og síggja, at hóast bygningarnir og alt annað enn var tað sama - sjálvt gráa linoliumið í gongini – so er staðið gott í dag. Fólk kunnu nema sær útbúgvingar, og eg sá nógv ung fólk, sum spákaðu og prátaðu.
Lagnan
Á seks vikur drúgva gongutúrinum gjøgnum landið var eisini ein steðgur í Holsterbro, og enn einaferð komu fram minnini um eitt tíðarskeið, hon helst hevði verið fyriuttan. Men fyri at koma til sættis við veruleikan og lagnuna, sum hon av og á artar seg fyri okkum menniskju, var tað týðandi at leggja leiðina framvið staðnum aftur.
Eina árið fyrst í sjeytiárunum var Maria á háskúlaskeiði í 9 mánaðir. Hetta var nærhendis Holsterbro í Ulfborg, á einum av teimum víðagitnu ferðandi háskúlunum hjá nógv umrøddu og rørsluni Tvind. Í tíðini lá uppreistur móti kapitalistiska samfelagnum og nýggir tankar tóku seg upp á øllum siðbundnum økjum: hjúnalagið, barnauppalingin, klassasamfelagið og seksualiteturin, og í staðin vórðu sett rættindini hjá børnum, ungum, kvinnum og lesandi.
Tvind
Maria festir sær í eina siggaret, hellir seg afturá og tekur ein stóran guv, sum hon andar djúpt inn gjøgnum nøsina. Blundar og tegir, meðan hon sleppur bláa roykinum spakuliga út í rúmið.
- Um hetta mundið høvdu eg og maðurin Knút fingið tvær deiligar døtur, men tær vóru ikki við mær á háskúlanum. Fólk ella tíðarandin, um man vil, sannførdu meg um, at tær høvdu tað líka gott hjá pápanum, og tí var eg burtur frá teimum í nærum eitt ár, hóast tað nívdi meg inn á hjarta. Eg havi mangan brigsla mær hetta og havi ongantíð fyrigivið mær sjálvari, tí mær longdist so ómetaliga illa eftir teimum alla tíðina, sigur Maria. Sum tó skundar sær at staðfesta, at genturnar høvdu tað gott hjá pápanum, men at tað var hennara leiklutur sum mamma, hon talar um.
Sum partur av háskúlauppihaldinum fór hon til India við ferðandi háskúlanum. Tey fóru 10 bussar avstað til Indiu og vóru burtur í 4 mánaðir. Koyrdu gjøgnum Bulgaria, Turkaland, Iran, Irak, Pakistan og Afganistan til Indiu. Í India vórðu tey síðani býtt upp í bólkar, ið fóru á vitjan á verksmiðjum, og heimafturkomin var uppgávan at skriva frágreiðingar um umstøðurnar hjá indiska arbeiðaranum, ognarviðurskiftini og arbeiðsumstøðurnar annars.
- Á hesi ferðini kom veruliga til sjóndar, at talan var um eina grovt inndoktrinerandi rørslu við trongskygdum politiskum og menniskjaligum sjónarmiðum, har bert ein ávís hugsjón um lívið og verðina var galdandi. Liberalisering var eitt skeldsorð, og vit sluppu ikki so mikið sum at keypa okkum eitt petti av silki heim við. Í Teheran sótu vit í bussinum í tríggjar dagar og hildu fund, tí onkur hending hevði verið, sum “mann mátti snakka um”, greiðir Maria speiskliga frá, meðan hon toyggir seg yvir at øskubikarinum og sløkkir sigarettina, áðrenn hon fær sær ein smakk av ísakøldu kaféølini.
- Har var millum annað eisini hin navnframi leiðarin av Tvind, Amdi Petersen, uppi í – ein ómetaliga litríkur, karismatiskur og sjarmerandi persónur, ið kundi fáa fólk til hvat sum helst.
Gekk til Føroyar
Ferð Mariu endaði í Hanstholm, har ein ung genta fekk vognin. Norrøna lá við kei og bíðaði eftir Mariu, so hon sprakk umborð.
- Eitt tíðarskeið var av. Eg hevði sett mær fyri at ganga úr Keypmannahavn til Føroyar, har eg var í tríggjar mánaðir eftir túrin gjøgnum Danmark, sigur Maria. Síðani hevur hon verið á Pílagrímsferð í Svøríki og í Spaniu, og annars savna seg um børn og ommubørn burturav.
--
Myndatekstur:
Barnavognurin fylgdi Mariu alla ferðina gjøgnum landið. Í vikuskiftunum setti hon hann frá sær og fór við toki á vitjan hjá familju runt í landinum. Síðani tók hon ferðina upp aftur, hagar hon var komin.
Maria leigaði íbúðina á Eysturbrúgv út, meðan danski landavegurin var heim hennara í seks vikur.
At ganga er at meditera og tá er tíð at hugsa um lívið, sigur 65 ára gamal Maria, sum hevur verið á fleiri pílagrímsferðum, eitt nú í Spaniu og í Svøríki.