Maria Guttesen og Brett Perkins á pall í Århus

Tá amerikumaðurin Brett Perkins hevur sangskrivaratiltaki í Musikhuset í Århus 7. apríl, verður Maria Guttesen ein av innbodnu sangskrivarunum. Heitið á konsertini er Songwriters In The Round. Hetta er eitt konsept, ið Brett Perkins hevur tikið við sær úr USA. Allir sangskrivararnir spæla fimm løg í part. Eftir at Maria gav út fløgu sína Maria Guttesen: LIVE í maj 2006, hevur hon verið nógv eftirspurd, serstakliga í Danmark. Tað sær út til at tað var ein skilagóð avgerð, tá Maria fór úr bólkinum Divided Minds, og vendi aftur á sololeiðina.

 

Bret Perkins var í fjør í Føroyum og skipaði fyri sangskrivaraverkstaðið, eisini hevur eitt nú Lena Anderssen luttikið á sangskrivaraverkstaði hjá Brett Perkins.

 

Tey sum fara á pall í Musikhuset í Århus eru Maria Guttesen, Matthew White úr Ný Sælandi, Amalie Riis úr Danmark og Brett Perkins úr USA.

 

Konsertin er í Musikhuset Århus, leygardagin 7 apríl kl.14.00 og tað er ókeypis atgongd.

Les meira á www.musikhusetaarhus.dk