Maria hevur reinsað fyri havnarfólk í 55 ár

Horvin býarmynd. Seinasti parturin av virkseminum hjá Thorshavns Mælkeforsyning og Margareinefabrikk í Tórsgøtu í Havn hvarv, nú Maria Olsen, hevur latið Reinsaríið aftur

Eirikur Lindenskov


Tann seinasti tátturin í umfevnandi virkinum, sum var í Tórsgøtu í Havn, í dagligari talu undir heitinum Majaríið, er nú farið í søguna. Nú er einki av tí, sum har var eftir, uttan Vita margarinið, sum nú heldur til úti á Argjum.

Tað er Reinsaríið í Tórsgøtu, sum Maria Olsen hevur rikið einsamøll nú tey nógvu árini, sum nú hevur læst fyri síðstu ferð. Ein lítil seðil á hurðini í Tórsgøtu boðaði frá avgerðini, nú komið varð í nýggja 1000 árið.

Tað var fyri 55 árum síðani, at Maria Olsen úr Vestmanna byrjaði á Reinsarínum.

? Eg kom sum feriuavloysari. Tá tað var liðugt, so fór ein onnur í feriu, og soleiðis helt eg á eina tíð. So vísti tað seg, at ein fór úr starvi, og so varð eg biðin, greiðir Maria Olsen Sosialinum frá.

Tá meiaríið minkaði um virksemið, varð Maria spurd, um hon vildi taka yvir Reinsaríið.

? Eg tók av avbjóðingini, og teir tóku 500 krónur í leigu, sigur hon

Tað er drúgv søga, sum liggur aftan fyri tey mongu virki, sum hava húsast und

ir lonini í gamla »Hansens pakkhúsi«, sum húsini eina

ferð vórðu rópt. Men upprunaliga eru hetta pakkhús hjá Ryberg, seinni Einahandlinum og síðani pakkhús hjá M. C. Restorff, til majarífyritøkan ella A/S Thorshavns Mælkeforsyning og Margarinefabrik keyptu ognina í 1922. Eitt skifti var Sápufabrikk í niðaru hæddini til fabrikkin »Okkara« varð bygd uppi á Hálsi í 1938.

Nú eigur Tórshavnar kommuna ognirnar hjá majarínum.

Tey eldru minnast Vaskaríið í niðaru hædd, Reinsaríið í ovaru og Fjøðurreinsaríið á loftinum.

Nú er so liðugt, tí Maria heldur, at hon nú skal taka sær meira av løttum. Seinast hon skifti árstal, bleiv hon 80 - tað var í mai.

Maria hevur sanniliga verið ágrýtin. Hon hevur eisini havt evnini at endurnýggja virki sítt. Í 70?unum skifti hon út til nýggjar reinsimaskinur, og so gekk tað sum smurt í mong ár.

Maria Olsen hevur nógv gott at bera bæði leiðslu og starvsfólki hjá Thorshavns Mælkeforsýning og Margarinefabrikk.

? Tey vóru øll so ómetaliga fitt og hjartagóð øll somul - og eg havi so nógv gott at bera teimum, sigur Maria.

Tað eru mong, sum hava lagt leiðina inn á Reinsaríið gjøgnum árini við blettutum og rukkutum klæðum, og hava fingið pløggini aftur, snøgg og snotulig, sum bara Maria kundi gera tað. Tað verður nú ein stórur saknur nú Reinsaríið í Tórsgøtu ikki er meira.