Maria Sharapova hevur nú boðað frá, at hon gevst sum professionellur tennisleikari.
Síðan Sharapova kom aftur á tennisvøllin í 2017, hevur hon stríðst við einum skaða í økslini, sum nú hevur havt við sær, at Sharapova gevst at spæla tennis á høgsta støði.
32 ára gamla Sharapova vann sína fyrstu Grand Slam kapping í 2004, tá hon sigraði á verjandi meistaranum, Serena Williams í Wimbledon finaluni.
Næstu átta árini megnaði Sharapova at vinna hinar Grand Slam finalurnar; US Open í 2006, Australian Open í 2008 og French Open í 2012. í 2014 fekk Sharapova Wimbledon steypið fyri aðru ferð.
Í mars í 2016 boðaði Sharapova frá, at ein dopingtest hevði víst leivdir av evninum meldonium í blóðinum. Meldonium var stutt frammaundan flokkað sum ólógligt evni innan ítrótt, og úrslitið varð, at Sharapova fekk tvey ára leikbann. Leikbannið varð seinni stytt niður í 15 mánaðir, og Sharapova var aftur at síggja á tennisvøllinum, tá hon í apríl mánaði í 2017 sigraði á Robertu Vinci í Stuttgart Open.
Sharapova hevur allatíð tvíhildið um, at hon var ikki greið yvir, at hon nýtti ólóglig evni, men hon ásannar, at tað var hennara feilur.
Umframt at vera kend fyri ovurstóru tennisevnini og ein spælistíl við hørðum og fløtum skotum frá baklinjuni, var Sharapova eisini kend fyri kappingarstríðið við rivalin Serena Williams. Tað er eingin ivi um, at Williams liggur á odda, tá talan er um uppgerðirnar teirra millum (Williams hevur vunnið 19 av teimum 21 ferðinum, ið tær hava spælt móti hvørjari aðrari), men í miðla-og fjepparaumrøðu hevur stríðið nokk verið meira javnt.
Hvørgin teirra hevur dult fyri, at hóast tær virðismeta tennisevnini hjá hvørjari aðrari, so er ísakalt teirra millum.
Sharapova, sum upprunaliga er russisk, men sum flutti til USA við pápanum sum seks ára gomul at jagstra tennisdreymin, boðaði frá í grein í Vanity Fair at hon gevst sum tennisleikari.
– Haldið mær til góðar, hetta er fyrstu ferð, at eg geri hetta. Tennis - eg sigi farvæl, segði Maria Sharapova.
Umframt Grand Slam finalurnar hevur Sharapova vunnið 31 aðrar kappingar og hevur samanlagt verið nummar 1 á WTA styrkilistanum í 21 vikur.