Tann árligi metalfestivalurin í Keypmannahavn, Copenhell, hevur nú fingið amerikanska Marilyn Manson á skránni til næsta ár.
Hóast tað er eitt hálvt ár til at festivalurin aftur sær dagsins ljós, so hava fyrireikarar longu nú almannakunngjørt eitt av høvuðsnøvnunum, sum er Marilyn Manson.
Hetta er óiva størsta navnið, sum festivalurin nakrantíð hevur fingið fatur á. Marilyn Manson hevur havt eina sera kontroversiella karrieru, har hann er ákærdur fyri líkt og ólíkt morð, sjálvmorð, og enntá vanlukkuligu hendingina á Columbine High School, har fleiri næmingar lótu lív.
Síðani 2009 hevur slaturin gingið um, at Marilyn Manson er ávegis við nýggjari fløgu. Í ár er tað so greitt, at hann kemur út við einari fløgu í 2012, sum ber heitið Born Villian.
Umframt Marilyn Manson hevur festivalurin júst almannakunngjørt, at bólkurin Killswitch Engage og Korpiklaani vera við til festivalin, umframt Lamb of God, Anthrax, Skeletonwitch og Trivium.
Festivalurin verður í Keypmannahavn 15 & 16 juni 2012.