Skipað verður fyri Inter Island Games tey árini fimleikur ikki er umboðaður á Oyggjaleikum. Fyrrapartin var kappingin fyri juniorar, og Marin vann trý gull heiðursmerki og eitt bronsu heiðursmerki. Marin vann sannførandi allround kappingina, ið er samanlagda úrslitið frá øllum fýra amboðum. Harumframt vann Marin eisini gull í lop, deilt gull í bita og bronsu í gólv.
Mikudagin luttók Marin í SET kappingini fyri juniorar, og tá vann hon tvey gull og eitt bronsu heiðursmerki.
##med2##
Í løtuni verður kappast í eldru bólkunum. Hjá kvinnum liggur Mia Højgaard í løtuni fremst, og Astrid Nanley Breckmann liggur á øðrum plássi. Tó hava millum annað íðkarirnir hjá Isle of Man ikki kappast enn. Mikudagin vunnu kvinnurnar hjá Isle of Man gull í liðkappingini. Føroysku kvinnurnar vunnu silvur.
##med3##
Beinleiðis úrslit síggjast her: https://live.sporteventsystems.se/Score/WebScore/2693?f=w6227