Marita er fødd og uppvaksin við Hoydalsvegin í Havn. Foreldrini vóru Thurid, fødd Lauritsen úr Sørvági og Thomas Juul Askham, vanliga nevndur Ullaba, ið hevði smiðju við Hoydalsvegin. Hon hevur fýra systkin, Trygvi, Kinn, Símin og Tove.
Marita er gift við Hans Paula Poulsen, ættaður úr Ljósáum. Tey eiga synirnar Jóanis, ið er giftur við Kiru Hendriksdóttir, Tórður, ið er giftur við Brynhild Bláhamar Poulsen, og Magnus, ið býr saman við Gullborg G. Jacobsen, í Danmark. Ommubørnini eru 10 í tali. Tey eru, eftir aldri: Kristian 18, Eva Maria 16, Djóni 15, Barbara 15, Boas 12, Heidi 12, Linda 11, David 9, Jónas 9 og Rakul, sum er 8 mánaðir.
Aftaná at Marita hevði gingið í Sankta Frans Skúla, royndi hon ymiskt, m.a. var hon ørindagenta hjá Skipafelagnum, á eftirskúla í Danmark, arbeiddi í vøggustovuni hjá Franciskanarasystrunum, stóð í handlinum hjá Hansemann og nógv ár sum dagrøktarmamma. Seinastu árini hevur hon vaskað hjá Tórshavnar Musikkskúla, har hon nú starvast sum Oldfrú.
Altíð hevur hon dugað væl við børnum, og síðan ommubørnini komu, hava tey verði hennara eitt og alt. Frítíðina brúkar hon m.a. at svimja við Morgunfrúunum, lesa, spáka við hundinum Harly og at kampera. Eisini má nevnast hennara stoltleiki, hesturin Sólvindur, sum hevur vunnið fleiri Føroyameistarasteyp í húsið.
Dagurin verður hildin týsdagin í heiminum, Vættrastígur 7.