Vit kunnu altíð kjakast um, hvør vann, og hvør tapti. Tað eru smádreingir og politikarar óførir til.
Men eg haldi, at vit yvirhøvur hava fingið eina góða avtalu.
Marita Petersen var løgmaður frá januar 1993 til septembre 1994, táið danir snýttu føroyingar til at yvirtaka Føroya Banka.
Vit hava spurt hana, um hon følir seg stungnan í ryggin, nú tað ikki stendur beinleiðis í avtaluni, hvussu stórt endurgjald, vit fáa fyri bankamálið.
Vit hava eisini spurt hana, um hon heldur, at tað er at sleppa donsku stjórnini undan allari ábyrgd í bankamálinum at eingin ávís endurgjald er nevnt fyri seg í avtaluni við danir um bankamálið og at føroyingar, og kanska mest hon sjálv, politiskt ikki hava fingið uppreisn fyri bankasvikið.
Men tað síðuna av sakini hevur fyrrverandi løgmaðurin lítlan hug at tosa um.
Sjálvandi hevði tað verið betri fyri okkara sjálvsvirðing, og fyri sjálvsvirðingina hjá dønum, at fingið staðfest akkurát, hvat vit áttu í endurgjaldið fyri bankamálið.
Men hvat eg annars føli persónliga hevur ongan sum helst týdning fyri føroyska samfelagið. Tað haldi eg fyri meg sjálva, tí tað kann ikki brúkast til nakað. Sovorðið luksus kann eg ikki loyva mær sigur hon.
Men eg má kortini viðganga, at tað nívir meg, at hin parturin í samráðingunum visti meiri enn vit - og ikki virdu okkum so frægt sum at siga okkum tað.
Beiskt at svølgja hjá Lykketoft
Men sjálvandi er tað ein spurningur, hvør ið viðgongur hvat.
Og eg havi merkt mær, at tað stendur rættiliga týðiliga í avtaluna, at vit yvirtóku bankan eftir skeivum fortreytum.
Tað stendur heilt greitt, at vit hava vit eru snýtt í bankamálinum og at vit fáa endurgjald fyri tað.
Hinvegin fáa danir ikki endurgjald.
Hvaðani skuldu danir fáa endurgjald frá?
Tað stendur í avtaluni, at sakarmálið ímóti Den Danske Bank stendur við, og fáa vit nakað endurgjald fyri tað, skal tað fella til danska Statin.
Tvs, at vit eru tryggjað endurgjald fyri at hava yvirtikið Føroya Banka á skeivum grundarlag. Hinvegin er tað óvist um danski landskassin fær eitt oyra.
Eg haldi, at tað liggur eitt rættililiga stórt játtilisi í hesum.
Men tað stendur eisini í avtaluni, at eisini danska stjórnin arbeiddi undir skeivum fortreytum í bankamálnum?
Ja, Mogens Lykketoft helt einaferð fyri við meg, at tað var okkara lítla embætisverk sum ikki megnaði at fáa føroyska landsstýrinum allar upplýsingar til vega.
Men eg kundi so bara svara, at vit mugu eisini staðfesta at tað stóra, ?effektiva³, danska embætisverkið heldur ikki megnaði at útvega donsku stjórnini allar teir røttu upplýsingarnar, og at tað mátti verið beiskt hjá einum donskum ráðharra at svølgt.
Hetta er eitt stríð, sum vit kunnu stríðast um í allar ævir, men sum ongan veg førir.
Orðavalið verður litað
Marita Petersen sigur skuldu vit lagt sak ímóti dønum, høvdu vit ivaleyst fingið at vita svart uppá hvítt, hvør hevði gjørt seg sekan í hvørjum.
Men gera vit eina semju, má semjan vera so, at báðir partar kunnu liva við henni.
Og tað verður orðalagið í semjuni sjálvandi litað av.
Marita Petersen heldur, at vit við hesari semju hava kanska fingið eitt betri úrslit afturfyri at lata danir hava eitt lítið sindur ullint orðalag.
Og tað kann væl vera, at orðalagið í hesi avtaluni er eitt sindur gruggut. Men tað eru treytirnar fyri eini og hvørjari avtalu.
Báðir partar fáa sítt við. Annars er avtalan meiningsleys.
So kunnu vit vit aftaná, hvør í sínum lagi trætast um tað, sum serliga smádreingir og politikarar eru so óførir til. Og tað er hvør vann og hvør tapti.
Tað heldur Marita Petersen tænir ongum endamálið.
Tað, sum hevur týdning, er, um føroyingar hava fingið eina avtalu, sum vit kunnu brúka til nakað, og sum vit kunnu liva við.
Hevði væntað hetta
Og tað heldur Marita Petersen at vit hava fingið.
Eg haldi, at yvirhøvur hava vit fingið eina góða avtalu.
Men so má eg leggja afturat, at avtalan er heldur ikki betri, enn eg hevði roknað við.
Tí er hon als ikki samd við teimum sum siga, at avtalan er so nógv betri, enn tey høvdu roknað við.
Eg vil tvørturímóti siga, at tað hevði verið illa samráðst, um okkara fólk komu aftur við eini verri avtalu enn hesari.
Marita Petersen heldur nevniliga, at tað er einki óvæntað gott í avtaluni.
Tí hendan avtalan byggir í rættiliga stóran mun á tær avtalur, sum áðrenn vórðu gjørdar ímillum Danmark og Føroyar.
Og eg haldi, at tað hevur alla tíðina ligið í kortunum, at hetta var nøkunlunda tað, sum fíggjarliga uppgerðin ímillum Føroyar og Danmark í kjalarvørrinum á kreppuni skuldi enda við.
Tann varhugan hevði eg alla tíðina í samskiftunum við danskar politikarar.
Eg haldi, at úrslitið av samráðingunum meiri ella minni var greitt frammanundan.
Tú heldur altso ikki, at samráðingarnar hava verið so harðar, sum vit hava skilt?
Lat teir bara hava havt tað eitt sindur hart.
Rætt at gera avtalu
Men skuldu vit so heldur havt stevnt enn at samráðst um eina semju?
Nei, eg haldi at tað var rætt at gera eina avtalu. Og eg haldi eisini sum sagt, at vit yvirhøvur hava fingið eina góða avtalu.
Sumt í avtaluni er heilt gott. T.d. tað, at 500 milliónir av skuldini fella bara til gjaldingar um vit fáa oljuinntøkur tey komandu 20 árini.
Eg kundi tó hugsað mær, at hetta talið varð 1 milliard. Tí so hevði afturgjaldstíðin ikki verið so long og tung.
Men tað er sjálvandi, ein spurningur um, hvussu langt vit koma í eini samráðingarstøðu.
Marita Petersen sigur, at tað, sum hevur eyðkent hesar samráðingarnar afturímóti samráðingunum í 1992 og 1993, er, at hesuferð fóru føroyingar til samráðingar uttan at vera í dýrastu neyð.
Báði í 1992 og 1993 samráddust vit við revolvaranum fyri pannuni.
Tá var samfelagið í svárastu neyð.
Landskassin hevði stórt undirskot, sum vit ongan møguleika høvdu at fíggja nakrastaðni og í veruleikanum vóru vit farin á heysin.
Tá stóðu vit við hattinum í hondini og skuldu hava danir at geva okkum nakað.
Hesuferð hava vit staðið munandi sterkari, ikki minst við Grønborg-frágreiðingini í hondini.
Eg haldi, at tey, sum samráðast nú, tykjast at ikki enn at hava fatað, hvussu trupul støðan var tá.
Og so vit kunnu vera ónøgd við mátan, danir hagreiddu føroysku kreppuna uppá.
Men tað skerst ikki burtur, at donsku innspræningarnar í føroyska samfelagið, bjargaði okkum - og okkara sálvsvirðing, tí annars blivu vit heilt sett undir umsiting sigur fyrrverandi løgmaðurin.
Hinvegin undrar tað hana, at Tjóðveldisflokkurin er so altráður eftir at yvirtaka Realin eftir heimastýrislógini, táið øll málini skulu vera føroysk um eini tvey ár.
Annars heldur Marita Petersen, at avtalan við danir er merkt av, at danir hava eina meiri realisitiska áskoðan á viðurskiftini í Føroyum nú, enn teir hava havt.
T.d. kravdu teir á sinni, at vit skuldu at útbyggja sosial- og heilsuverkið.
Nú hava teir so hóast alt givið okkum hálvtannað ár og hava ásannað, at hetta er tíðin tað tekur.