Kyndil-VÍF 23-21 (14-12)
Fyrrverandi venjarin hjá danska fótbóltslandsliðnum, Richard Møller Nielsen, var tiltikin fyri at nýta mong løgin orðafelli. Eitt av hesum var tað, sum, hann nevndi »laurbæreffekten«, og tað var um reppið, at kyndilskvinnurnar fingu roynt hetta mikukvøldið.
Tað, sum fjónbúgvin meinti við, var tá eitt lið júst hevur fram eitt frálíkt avrik, fyri síðani at nýta ov langa tíð, til at fáa beinini niður aftur á jørðina.
Ikki at kenna aftur
Kyndilskvinnurnar vóru nevnliga als ikki at kenna aftur frá sunnudegnum, tá tær mikukvøldið skuldu royna seg móti vestmannakvinnunum, sum undan dystinum vóru nr. tvey í landskappingini.
Ikki tí, leikararnir vóru tær somu, men avrikið tær framdu, var langt frá tí støði, sum tá varð lagt. Í álopspartinum vóru tær als ikki nóg avgjørdar, og serliga í verjupartinum sá tað út til at vera heilt galið.
Lukkutíð fyri heimaliðið, so høvdu vestmannagenturnar heldur ikki ein av sínum bestu døgum. Ioana Rapa leikti tó á sama hátt, sum hon hevur gjørt higartil í kappingini, og tá kyndilskvinnurnar løgdu lítið í at verja fyri henni, kundi hon so at siga einsamøll syrgja fyri, at vestmannagenturnar eisini vóru at síggja á máltalvuni.
Meginpartin av fyrra hálvleiki leikaði javnt á, men móti endanum var tað sum um, at dysturin var um at koppa til fyrimuns fyri heimaliðið. Líkt var til,at Ioana ikki hevði nóg stora orku til at halda á við málskjótingini, og harumframt var eisini líkt til, at Marita Hermansen nú hevði fingið hita í kroppin.
Við tað at Marita nú tók sær av tí mesta, sum varð tveitt móti málinum, eydnaðist tað heimaliðnum at vinna sær eina tvey máls leiðslu, áðrenn farið varð til hálvleiks.
Óneyðugur spenningur
Tá seinni hálvleikur byrjaði, var líkt til, at tær á heimaliðnum endiliga vóru vaknaðar úr dvala. Marita stóð seg framhaldandi eins væl, og tá tað so eisini gekk betri við málskjótingini, varð brádliga líkt til, at talan skuldi gerast um ein tryggan sigur til heimaliðið.
Kyndilskvinnurnar megnaðu tó enn einaferð at seta leikferðina niður, og so við og við otaðu vestmannagenturnar seg aftur móti teimum. Heldur ikki tá Ioana fór út á beinkin at hvíla seg, tóktist nakar bati at hómast hjá kyndilsliðnum, og tí var líkt til, at dysturin brádliga skuldi gerast óneyðuga spennandi.
Kyndil fekk einans fimm mál seinastu 25 minuttirnar av dystinum, men orsakað av, at Marita vardi mál teirra, eydnaðist tað teimum kortini at vinna týdningarmikla dystin.
Gott fyri klaksvíkina
Einki er at taka seg aftur í, at størsti fagnaðurin um úrslitið man vera í Klaksvík. Stjørnurnar har norðuri fáa alsamt betri kort á hondina, og eru framvegis tvey stig framman fyri nummar næstu liðini, umframt at tær eiga ein dyst til góðar.
Enn er meistaraheitið tó ikki víst, og hóast hvørki Kyndil ella VÍF sýndu, at tær eiga at teljast millum fremstu FM evnini, so er lítið at ivast í, at bæði liðini fara at royna tað tey kunna, til tess at gera spádómunum hjá øllum hondbóltsáskoðarum fyri skommum.
Skal hetta gerast veruleiki, er tó neyðugt at finna annað spæl fram, og tað man eisini vera av alstórum týdningi, at hetta verður gjørt sum skjótast. Í næstum skulu bæði liðini nevnliga royna seg móti klaksvíksgentunum, og skal nøkur vón vera fyri gullmerkjunum, er ivaleyst neyðugt, at Stjørnan missur stig í hesum dystum.
Dysturin í tølum:
Málskjúttar:
Kyndil: Lotte Sørensen 11 (6), Jórun Ludvig 3, Ann Hansen 3, Rakul N. Joensen 3, Palma Petersen 1, Beinta Sørensen 1, Frida Johannesen 1
VÍF: Ioana Rápá 10 (3), Jacklin Durhuus 5, Óluvá Poulsen 2, Signhild Petersen 1, Fríða Johannesen 1, Nikolina Joensen 1, Randi Kúrberg 1
Brotskøst:
Kyndil 6, VÍF 4
Útvísingar:
Kyndil 4, VÍF 1
Dómarar úr Tjaldur:
Dánjal Hansen og Kári Hansen