Tað er eingin ivi um, hvat mál liggur ovarlaga á ynskilistanum hjá Mariusi Dam, kommunulækna og nú løgtingslimi fyri Sambandsflokkin í Vágum.
Og hann metir eisini, at ein samgonga millum teir borgarligu flokkarnar fer at tæna ið hvussu so hesum ynski einamest, nevniliga, at vit fáa fast samband um Vestmannasund til gagns fyri alt Føroya fólk, og ikki bert fyri vágafólk sum mong úti um landið hava hildið.
Fleiri týðandi mál
Men tað eru eisini onnur mál sum nývaldi sambandsmaðurin í Vágum fer at arbeiða við í tinginum uttan mun til um hann kemur í samgongu ella andstøðu. Eitt nú at reka ein sunnan fíggjarpolitikk til gagns fyri alt Føroya fólk, at arbeiða fyri at vinnan fær góðar møguleikar at virka undir, at ein meiri miðvísur sosialpolitikkur verður førdur og skatturin verður minkaður bert fyri at nevna nøkur týðandi mál.
Ongan avloysara enn
Spurdur um hann heilt og fult fer at halga tingarbeiðinum alla sína tíð, sigur Marius Dam, at fyribils er ætlanin at røkja kommunulæknastarvið eisini, men verður tað so, at tingarbeiðið krevur alla mína tíð, má ein avloysari koma í mítt stað.
? Nú er henda støðan so nýggj enn, men higartil hevur eingin trupulleiki verið millum meg og hin kommunulæknan (Elisabeth Thorsteinsson, blm.) at samskipa arbeiði, og tað verður tað heldur ikki nú, leggur nývaldi løgtingslimurin í Vágum aftrat.
Fólkaflokkurin fekk eisini sítt umboð afturvalt á valinum í gjár og var tað Jørgen Niclasen, sum fekk góðar 180 atkvøður.