Konsertin við Mariusi er júst endað. Tað var ein sera vælspælandi bólkur, sum framførdi á Voxbotn – í Vágsbotni.
Aftan á hesa framførsluna staðfeti bókurin Marius enn einaferð, at teir teljast millum bestu bólkar í Føroyum.
Bólkurin er sera væl samanspældur, og tað hoyrist, at bólkurin hevur verið á eini langari turné i Evropa.
Ljóðið, sum ofta verður tosað um, tá ið tað eru festivalar, er i topp. Og viðhvørt, tá ið Marius spældi, var tað sum at hoyra fløguna.
Nú eru fleiri fólk komin oman í Vágsbotn, og næsti bólkurin á palli verður Røkvi úr Fuglafirði.