Í gjárkvøldið framførdi Marius við bólki í Eiðis kirkju. Síggið myndir frá framførsluni.
Tað var Eiðis kommuna, sum í tøttum samstarvi við Eiðis kirkju, ið skipaði fyri serstøku tónleikaupplivingini við tónleikabólkinum MARIUS í Eiðis kirkju í gjárkvøldið.
Niðan fyri greinina ber til at síggja myndir, sum Sigmar Mørkøre tók í Eiðis kirkju í gjárkvøldið.
Hetta er fyrstu ferð, at bólkurin Marius hevur framført í kirkju. Teir, ið manna bólkin, eru:
Hans Marius Ziska (sang/gittar), Heðin Ziska Davidsen (gittar/kór), Mikael Blak (bass), Allan Tausen (gittar/kór), Brandur Jacobsen (trummur/kór), Sakaris Emil Joensen (ljómborð/kór) og Magnus Johannessen (klaver).
Eitt ávíst kjak stóðst av hesi konsertini, tí sum nakað nýtt varð gjald tikið fyri sleppa til konsertina.
Um spurningin, hvørt tað er rætt at selja atgongumerkir til eina konsert í kirkjuni, segði bispur, at vanliga verða slíkar konsertir í kirkjuni goldnar av kirkjukassanum, ella gjøgnum kirkjuskattin. Hann heldur tað vera reiðiligari, at tey, ið møta til konsertina gjalda fyri hana, heldur enn at kirkjan og kirkjuskattgjaldararnir skulu gjalda fyri konsertirnar.
Lesið eisini:
100 krónur fyri at fara í kirkju