Marius Ziska syngur í Klaksvík

Marius Ziska hevur konsert í Spaniastovu

Leygarkvøldið hevur Marius Ziska konsert í Spaniastovu í Klaksvík.

Marius Ziska telist millum heitastu nøvn í føroyskum tónleiki í løtuni. Dugnaligi sangarin er viðurkendur sum sangskrivari, og á FMA í ár vann Marius Ziska heiðurin sum Ársins sangari í popp/rokk bólkinum. Eisini vann hann heiðurin fyri ársins sang, sum var Going Home.

Konsertin hjá Marius Ziska í Klaksvík er tann seinasta, áðrenn hann fer á konsertferð í Danmark og Týsklandi.

Teir sum spæla í bólkinum eru Hans Marius Ziska, gittar og sang, Heðin Ziska Davidsen, gittar, Brandur Jacobsen, trummur og Allan Tausen, gittar og sang.