Marjun hevur gávur til stór og smá

Tíðindaskriv

Ein alt-møguligt handil. Betri ber ikki til at lýsa hvat tað er fyri slag av handli, ið Marjun Svartafoss hevur latið upp, har Skótabúðin var fyrr. Tí tað er tað, hon selur. Alt møguligt.
Prima kallast handilin, og úrvalið gongur frá sápum til sjórænarafløgg. Frá armbondum til dósaopnarar. Frá hundaskálum til Afro-trummur. Og frá baðivektum til putlispøl. Einasti felagsnevnari er, at góðskan er góð á øllum vørunum.
So leitar tú eftir onkrum ávísum, er ógvuliga sannlíkt, at tú finnur tað hjá Marjuni. Men leitar tú eftir eini gávu og veitst ikki rættiliga hvat tú skalt keypa - so er ið hvussu er eingin ivi um, at tú finnur tað í Prima.