Hon er ættað av Toftum, dóttir Marnu Johannesen úr Tøðuni á Toftum og Michael Andreasen av Gaddinum í Rituvík. Navnið á Gaddi flutti við ættini av Nesi til Rituvíkar.
Marjun er elst av sjey systkjum. Hini eru:
Anna Maria, sum býr í Danmark.
Ása, sum býr í Runavík.
Tvíburarnir Sigrid og Andreas. Sigrid býr í Danmark. Andreas er prestlærdur, men er nú sjómaður og býr á Toftum.
Tvíburarnir Maiken, sum býr í Danmark, og Eyðbjørn, sum býr í Havn.
Marjun gekk í skúla á Toftum og fór so til Havnar at ganga í skúla, fyrst á studentaskúla og síðani handilsskúla. Hon tók hægri handilsskúlaprógv miðskeiðis í sjeytiárunum.
Marjun giftist í 1977 við Jógvan Jespersen, sum nú er útvarpsstjóri. Tey fóru til Danmarkar, har Jógvan lærdi til journalist. Heimafturkomin fór Marjun at arbeiða á Fiskasøluni, og 12 tey seinastu árini hevur hon starvast í Norðurlandahúsinum.
Marjun og Jógvan eiga tvær døtur, Katrin og Annu Kristinu.