Marjun í Kálvalíð skipað í embætið í Vága prestagjaldi

Undir gudstænastuni sunnudagin 1. september klokkan 11 í Miðvágs kirkju verður Marjun í Kálvalíð skipað í embætið sum sóknarprestur í Vága prestagjaldi

Tað verður Uni Næs, dómpróstur, ið skipar hana í embætið.

Marjun í Kálvalíð hevur verið prestur í hálva tíð í Vága prestagjaldi, og hálva tíð í Norðstreymoyar vestara prestagjaldi við bústaði í Vestmanna.

Men nú hevur bæði Vága prestagjald og Norðstreymoyar vestara prestagjald fingið eitt hálvt starv afturat.

Marjun í Kálvalíð skal røkja starvið í Vágum. Starvið í Vestmanna varð lýst leyst at søkja, og har er Maria Summers við Skipá júst sett í starv.

Umframt Marjuna í Kálvalíð er Inga Poulsen Dam eisini prestur í Vága prestagjaldi.