Vit hava kenst frá barnsbeini av, men tey seinastu árini hava vit eisini sitið í nevnd saman í føroyska kirkjuráðnum við Sámalskirkjuna í Kjøpinhavn, har hon var kassameistari. Marjun var stillfør, beinasom og fryntlig; hennara partur lá ongantíð eftir. Hon hevði sítt fasta pláss í kirkjuni, og var millum teir mest trúføstu kirkjugangararnar í tí føroyska kirkjuliðínum, sum eftirhondini er blivið rættiliga fáment, uttan tá ið serligar hendingar ella kirkjuligar høgtíðir eru.
Í nógv ár arbeiddi Marjun á skrivstovuni hjá Faroe ship í tí norðasta partinum av Kjøpinhavn, beint við har tann føroyska bátsmanningin ”Tvørábáturin” heldur til í dag. Í sjálvum Føroyahúsinum hevur hon við næstan hvønn týsdagsdøgurða verið føst sjálvboðin álitishjálp hjá leiðsluni. Hon var samvitskufull og álítandi í øllum felagsarbeiði, og hartil hevði hon stóran ans fyri skemti og alskyns mentunnartiltøkum millum útisetar.
Hon visti nógv um føroyskan skaldskap, serliga skyldmannin, Janus, sum hon við stórum brosi kundi fortelja nógvar humoreskur um.
Vit, sum sita í kirkjuráðnum fyri føroysku meinigheitina í Kjøpinhavn drýpa høvur í sorg yvir, at eitt heilhjartað fólk verður tikið frá okkum so tíðliga á lívsleiðini Vit fámentu útisetar kulsa, tí vit eru allir blivnir so fátækir. Vit hugsa nógv um tey avvarandi og lýsa frið yvir minnið um Marjuna.
Vegna Føroyska Kirkjuliðið
við Sámalskirkjuna, Thorsgade í Kjøpinhavn
Virgar T. Dalsgaard.
kst. formaður