Náttina til páskaaftan í ár vaknaðu Marjun Joensen og maðurin Johan Heri við kaldan dreym. Tað var eldur í nýggja handilsbygningi teirra í Fuglafirði, men tá fólk vóru varug við eldsbrunan var ov seint, og tann nýggi handilsbygningurin var púrasta lagdur í oyði.
Snøgt sagt alt brann innan úr handlinum og umframt tað fingu veggirnir og takið so stóran skaða, at mett var best at alt varð tikið niður.
Tað skal ikki dyljast, at tað vóru hugtung fólk, sum Sosialurin tosaði við tann morgunin í marts, og tað er eisini væl skiljandi. Eitt lívsverk var lagt íoyði eftir fáum minuttum.
Men, tá neyðin er størst, sigur orðatakið, og hesum tekur Marjun Joensen eisini undir við, tí nú knappliga eitt hálvt ár er farið afturum, er handilsbygningurin umvældur - ella rættari uppaftur bygdur og í dag klokkan tíggju letur hann upp aftur.
Tað var ein sera fegin Marjun Joensen, sum vit fingu orð á fríggjadagin. Hon greiðir frá:
Í marts mánað tá var langt á mál, og eg hevði bestan hug at gevast á hondum, men tað eru so nógv góð fólk, sum hava biðið meg halda fram, og tí valdi eg at royna enn einaferð - og tað eri eg sera fegin um, sigur hon.
Tryggingarfelagið Føroyar, sum tað eitur í dag, hevur staðið fyri øllum umvælingararbeiðinum og teir eru farnir ótrúliga væl um uppgávun, heldur Marjun.
Teir hava tikið sær av øllum tí praktiska frá at ríva tað gamla niður, til tann nýggi bygningurin nú stendur uppi aftur sigur hon, og teir skulu eiga rós frá mær, sigur Marjun Joensen.
Nýtt navn
men sama úrval
Um nakar skuldi ivast, so kunnu vit ugga tey við, at úrvalið í handlinum hjá Marjun fer at vera tað sama, sum tað var áðrenn handilin brann.
Eg havi havt eitt tað størsta úrvalið av gardintoyi og tað fari eg framhaldandi at hava. Um nakað, so verður tað enn størri enn tað var frammanundan, sigur Marjun
Harafturat fari eg at hava eitt stórt úrval av tógvi, eins og eg hevði frammanundan, sigur Marjun Joensen.
Men tó verður ikki alt sum í gamlar dagar. Handilin fær nýtt navn nú hann letur uppaftur. Hvussu kann tað bera til?
Ein handil í Fuglafirði eitur Toystovan og tað navnið liggur ov tætt upp at tí gamla Toy- og tógvhandilin. Nógv fólk blandaðu nøvnini og tað var enntá so galið, at posturin viðhvørt endaði á skeivum stað, sigur Marjun. Tí havi eg avgjørt at broyta navnið soleiðis at handilin nú eitur »hjá Marjun«. Eg havi ætlað at gjørt hetta í longri tíð, men tað er ongantíð komið so langt. Nú er møguleikin har og so má eg taka hann.
Góð upplatingartilboð
Sum verða mann, tá handilin hevur verið afturlatin í so drúgva tíð, sum eitt hálvt ár nú einaferð er, so fer Marjun at leggja seg eftir at hava góð upplatingartilboð.
Sjálvandi fara vit tað. Tað fer nú at nærkast til jóla og so fara vit at hava nøkur ógvuliga góð tilboð.
Handilin hjá Marjun fer at hava opið frá klokkan 10 fyrrapart til klokkan 17.30. Hetta til jóla verður eisini opið í døgverðatímanum, men eftir nýggjár verður stongt í døgverðatímanum.
Sosialurin ynskir Marjun Joensen og manninum Johan Hera góða eydnu við umvælda handlinum