Marjus við - men ikki Rósa

Borgarstjórin í Sandavági og forkvinnan í Føroya Kommunufelagi, Rósa Samuelsen slapp ikki á listan hjá sambandsfelagnum í Vágum. Fyrr í vikuni gingu annars tíðindi um, at tingmaðurin Marjus Dam ivaðist í, hvørt hann skuldi lata seg stilla upp aftur ella ikki.

Við heimasíðuna hjá Sørvágs kommunu segði Marjus mánadagin, at hann hevði umhugsað ikki at stilla uppaftur.

Men tá sambandsfelagið í Vágum hevði uppstillingarfund fyrr í vikuni, varð heitt á hann um at stilla upp aftur. Tað gjørdi hann kortini, og tað tók fundurin eisini undir við. Umframt hann, stillar Eivin Jacobsen úr Sørvági eisini upp fyri flokkin.

Fleiri høvdu helst, í hesum javnstøðutíðum væntað, at Rósa sum eisini er vald fyri Sambandsflokkin í nevndina í Demokratia, fór at verða annað valevnið hjá flokkinum í Vágum.

Men tað ynsktu luttakararnir á uppstillingarfundinum altso ikki.

- Eg taki sjálvandi úrslitið til eftirtektar, men eg havi fingið áheitanir frá fleiri flokkum um at stilla upp fyri teir. Men eg havi onga avgerð tikið um nakað enn, sigur Rósa Samuelsen í stuttari viðmerking við Portalin.

Við fólkatingsvalið í farna mánaði fekk Marjus Dam 126 atkvøður og Rósa Samuelsen 102 atkvøður.