Mark Hughes lovar undirhald í Stoke

Mark Hughes er nýggjur venjari hjá Premier League felagnum Stoke City. Hann lovar nú undirhald til dystirnar.

 

Stoke City hevur fingið orð á seg sum eitt lið, sum bara gýppar og spælir kropsligan harðan fótbólt. Gongur tað sum nýggi venjarin vil, so verður tað fortíð.

 

- Eg fái bara gjørt framstig við felagnum upp á mín máta og við mínum fótboltshugburði, sum er spæla álopskendan fótbólt við nógvum møguleikum og undirhaldandi spæli fyri áskoðarunum, ið gjalda nógvar pengar fyri at síggja okkum spæla, sigur Mark Hughes sambært BBC.

 

Mark Hughes varð í fjør koyrdur frá sum venjari hjá Queens’ Park Rangers, men leiðslan í Stoke City sær ikki tað sum ein trupulleika.

 

- Vit hava serliga hugt eftir tíðini hjá honum sum venjara hjá Blackburn og Fulham. Tá gekk honum væl og vit meta okkum vera eitt líknandi felag sum tey, sigur Peter Coates, nevndarformaður í felagnum.

 

Mark Hughes avloysir Tony Pulis og hevur gjørt sáttmála fyri trý ár. Mark Hughes hevur fyrr verið venjari hjá Manchester City, Fulham, Blackburn, Queens’ Park Rangers, umframt at hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Wales.