Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, hevur ikki mandat at samráðast vegna Danmark og Grønland í mun til ynskið hjá USA um at fáa ræðið á oynni.
Tað segði hann sjálvur undir orðaskifti í Evropatinginum, har transatlantisk trygd var á skránni mánadagin millum annað.
– Eg havi sjálvandi ikki mandat at samráðast vegna Danmark, so tað gjørdi eg ikki, og tað fari eg ikki at gera. Tað er sjálvandi upp til Danmark at gera tað, sigur Rutte.
Hann sigur eisini, at Danmark, Grønland og USA sjálvi fara at standa fyri samráðingunum millum tey trý londini. Rutte verður bert við, tá talan er um tað breiða arbeiðið at styrkja trygdina í Arktis, sigst.
– Eg verði við sum aðalskrivari í NATO í fyrsta parti av arbeiðinum, sum snýr seg um, hvussu vit saman best møguligt kunnu verja Arktis í framtíðini, sigur Rutte.
/Ritzau/











