Marketa Vondrousova vann Wimbledon-kappingina

Marketa Vondrousova gjørdist fyrsti ikki-styrkismetti tennisleikarin hjá kvinnum, ið hevur vunnið Wimbledon-kappingina

Kekkiski tennisleikarin, Marketa Vondrousova skrivaði søgu í dag.

 

Hon gjørdist í dag tan fyrsti ikki styrkismetti (seedaði) leikarin, ið hevur vunnið heimsins mest prestisjufullu tenniskapping, Wimbledon.

 

Í finaluni møtti Marketa Vondrousova Ons Jabeur úr Tunesia, ið eisini var í finaluni í fjør.

 

Marketa Vondrousova vann finaluna 6-4 og 6-4. 

 

Undan kappingini var Marketa Vondrousova nummar 42 í heiminum, og nú fer hon uttan iva at gera eitt skarvslop á tí listanum.