Markið fyri mvg-fríar pakkar eigur at hækka

Postpakkar við virðum upp til 2500 krónur eiga sleppa undan tolli og mvg, heldur Posta

Risavøksturin við privatum handli á alnetinum hevur fingið Posta at skjóta upp, at loyvt verður at keypa vørur fyri 2500 krónur, uttan at tær skulu tollast og gjalda mvg.

Í løtuni er markið 300 krónur, og í farnu viku gjørdi Handilsvinnufelagið vart við seg og mælti til, at hesin mvg-fríi møguleikin var heitl avtikin fyri at skapa javnvág í kappingini millum føroyskar handlar og internethandlar.

Sosialurin skrivar í dag, at handillin við pakkum, sum hava virði undir 300 krónur, veksur við rúkandi ferð. Skipanin kom í gildi í 2009. Frá 2011 til 2012 var vøksturin 18 prosent og árið eftir – í 2012 – var vøksturin heili 20 prosent.

Føroyingar sum ferðast, hava rætt til at innflyta vørur fyri 2500 krónur, tá ið teir hava verið uttanlands. Hetta eru vørur sum kunnu takast inn í landið – umframt tað sum er loyvt annars at hava við av tollfríum.

- Tí hava vit skotið upp, at markið fyri, nær tollur og mvg skal gjaldast av pakkum, sum verða keyptir á netinum, eigur at vera 2500 krónur, sigur Joel undir Leitinum, stjóri á Posta, við Sosialin.

Les meira um málið í Sosialinum í dag.