Marknaðurin økist í útlondum

? Tað vísir seg nú, at marknaðurin í útlondum fyri snellum og línuspølum er í øking, og tí royna vit at vera við á stóru fiskivinnuframsýningunum uttanlands, sigur Jákup Joensen, stjóri í Oilwind í Miðvági

ÓLAVUR Í BEITI


Fyrr í mánaðinum var fiskivinnuframsýningin Dan-Fish í Ålborg í Danmark, og tann 18. november verður kanska tann størsta fiskivinnuframsýningin av øllum í Seattle, har útgerð og reiðskapur til fiskivinnuna verður sýndur fram úr flest øllum londum í heiminum. At vera við á hesum framsýningum metir stjórin í Oilwind í Miðvági, Jákup Joensen, at hava alstóran týdning, og ætlanin er tí eisini at fara yvir til Seattle í komandi mánað.

Oilwind var eisini við á Dan-Fish framsýningini í Ålborg, og tó at Jákup Joensen ikki vil upplýsa í krónum og oyrum, hvat spurdist burturúr framsýningini, so er hann sera væl nøgdur við framsýningina og stóra áhugan millum tey vitjandi. Kappingin er sera hørð á økinum, sigur Jákup Joensen, og tí er eisini neyðugt at vera við og vísa fram bæði reiðskap og útgerð annars sum vit framleiða.


Fyri vanbýti

? Tað vísir seg nú, at marknaðurin í útlondum fyri snellum og línuspølum er sera áhugaverdur, og hetta kom eisini fram á framsýningini í Ålborg. Men eisini í eitt nú Alaska er sølan økt av snellum og línispølum, tí politiskar avgerðir eru tiknar, so húkurin hevur fingið betri umstøður har yviri, sigur Jákup Joensen.

Mótvegis í stóru londunum, har húkurin støðugt vinnur fram, so vísur Jákup Joensen á, at umstøðurnar hjá útróðrarflotanum í Føroyum hava haraftur ímóti verið fyri vanbýti. Ein orsøk er m. a. at stóru skipini sleppa at royna ov nær landi, og politiskt eru skipanir settar í verk, sum gera tað sera torført at vera útróðrarmaður í Føroyum í dag.

? Í mun til í øðrum londum, har politiski viljin er at verja og menna henda part av fiskivinnuni, legur stjórin í Oilwind aftrat.