Landsstýrismaðurin í mentamálum fer í næstum at leggja fram eina verklagslóg, har hann biður løgtingið um 64 milliónir krónur afturat til nýggja Marknagilsdepilin.
Bjørn Kalsø hevur í dag kunnað politiska fylgibólkin, sum er settur at fylgja við føroya størstu byggiætlan.
Neyðsemjan hevur við sær, at skúladepilin verður eitt sindur minni enn upprunaliga mett, og heldur ikki so fínur sum ætlað.
Ein avleiðing er, at skúlastovurnar minka, úr góðum 69 fermetrum niður í góðar 64 fermetrar. Sum skilst minkar samlaða fermetratalið eini átta prosent. Eisini hevur Landsverk sum byggiharri skotið upp fleiri broytingar og tillagingar, har dýrari tilfar er skift út við bíligari.
Landsstýrismaðurin í mentamálum væntar at fáa endaliga tilmælið frá Landsverki í vikuni.
-Nú skal tað ganga rímuliga skjótt fyri seg, um vit skulu fáa verklagslógina samtykta í vár, sigur Bjørn Kalsø.
Samgongan ætlar, at Marknagilsdepilin skal standa klárur at taka í nýtslu við skúlabyrjan á sumri í 2016.