Stutt eftir at avtalan millum Føroyar og Danmark varð undirskrivað tíðliga mikumorgunin hevði Anfinn Kallsberg, løgmaður fund við Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharra um marknamálið.
Á fundinum kunnaði Nyrup løgmann um, hvat hann og bretski forsætisráðharrin, Tony Blair tosaðu um mánakvøldið. Nyrup segði løgmanni, at hann og Tony Blair samdust um at venda aftur til marknamálið, eftir at nýggja landsstýrið hevur viðgjørt tað og kemur til eina niðurstøðu, um hvussu farast skal víðari fram.
Til verka beinanvegin
Anfinn Kallsberg sigur, at marknamálið skal loysast, nú avtalan við Danmark er komin undir land.
-Vit fara til verka beinanvegin. Hetta málið fær avgjørt fyrsta prioritet sigur løgmaður.
Longu í næstu viku kemur Árni Olafsson, leiðari í samráðingarnevndini, til Føroya og skal hann viðgera marknamálið saman við løgmanni.
Nú Nyrup og Blair hava tosað um marknamálið spurdu vit Anfinn Kalls-berg, um hetta merkir, at áheitanin frá undanfarna løgmanni um at fáa marknamálið upp á hægsta politiska stig, nú verður tikin til eftirtektar - ella um tað kann bera í sær, at embætismannanevndirnar aftur seta seg við samráðingarborðið at gera enn eina roynd?
-Tað er júst hetta vit skulu viðgera og finna út av. Vit mugu finna fram til, hvar vit standa í øllum hesum. Skal málið uppá hægsta politiska støðið, so má ein eisini vita, hvat ein skal viðgera har. Lat okkum ikki nú leypa fram av men leggja hetta til rættis á mest skynsama hátt.
Nýtt útspæl
Løgmaður heldur tað vera rímuligt at venda málinum og taka tað upp aftur til viðgerð, nú eftir at bæði Bretland, Danmark og Føroyar hava fingið nýggjar stjórnir. Komandi fundirnir í landsstýrinum skulu rudda slóð fyri, hvussu eitt kom-andi útspæl skal síggja út. Eisini skal Uttanlandsnevndin, sum eisini er nýggj, kunnast um málið og takast við uppá ráð.