Marner og Sunnleif 25 ára starvsdag

Fríggjadagin 21. mai 2004 høvdu Marner við Skipá og Sunnleif Kjærbæk, portørar á Landssjúkrahúsinum, 25 ára starvsdag.

Marner við Skipá er 51 ára gamal. Hann er ættaður úr Sørvági og hevur búð í Havn síðan 1962. Hann lærdi til bilmekanikara hjá Auto Service (í dag P/f Meinhardt Arge) frá 1969-73. Eftir útbúgvingina arbeiddi hann hjá Reyni Service í Rættará í tvey ár. Seinni arbeiddi hann sum bilmekanikari og á dekkverkstaðnum hjá Auto Service, til hann byrjaði á Landssjúkrahúsinum 21 mai. 1979 sum portørur.

Sunnleif Kjærbæk er 57 ára gamal og ættaður úr Sumba. Hann flutti til Havnar í 1962 og hevur búð á Hvítanesi síðan 1981. Frá 1962-65 arbeiddi hann á Bacalao, og frá 1965-70 var hann í byggivinnuni og arbeiddi hjá byggimeistarunum Herluf Johansen og Ásmundi Poulsen. Frá 1970?77 arbeiddi hann á Tórshavnar Skipasmiðju, har hann eisini lærdi til sveisara. Eftir tað arbeiddi hann sum rørleggjari hjá Henry Poulsen, til hann 21. mai 1979 fekk starv sum portørur á Landssjúkrahúsinum.

Tá Marner og Sunnleif byrjaðu sum portørar, vóru bert tveir sjúkrabilar á Landssjúkrahúsinum í mun til í dag, tá teir eru seks í tali, har tríggir eru í Havn og hinir í Eysturoy Vágum og Sandoy. Umframt hesar eru eisini eykabilar, og í løtuni eru tveir nýggir sjúkrabilar í gerð.

Í 1979 vóru teir 12 portørar. Í dag eru umleið 30 starvsfólk á Sjúraflutningstænastuni - sum tað eitur í dag, tá eru Sandoy og Eysturoy við.

Á Sjúkraflutiningtænastuni fáa teir javnan undirvísing og verða dagførdir innan sjúkraviðgerð og at handfara skaðar.

Báðir hava teir trivist væl á Landssjúkrahúsinum.