Marokkansku spælararnir fegnast, eftir at teir vunnu brotssparkskappingina móti Hollandi og tryggjaðu sær pláss í áttandapartsfinaluni í HM. Mynd: Daniel Becerril/Reuters

Marokko víðari eftir spennandi brots­sparks­kapping

Marokko hevur spælt seg í áttandapartsfinalurnar í HM í fótbólti eftir ein dramatiskan sigur á Hollandi í brotssparkskapping.

Marokkansku spælararnir fegnast, eftir at teir vunnu brotssparkskappingina móti Hollandi og tryggjaðu sær pláss í áttandapartsfinaluni í HM. Mynd: Daniel Becerril/Reuters

Dysturin endaði málleysur eftir vanliga leiktíð, men í longdu leiktíðini legði Holland seg á odda við máli frá Cody Gakpo. Fagnaðurin var serliga kensluborin, tí Gakpo fyri fáum døgum síðani misti ófødda son sín.

 

Marokko gav tó ongantíð upp. Djúpt inni í yvirtíðini javnaði Issa Diop, og harvið mátti dysturin avgerast við brotsspørkum.

 

Har hevði Marokko sterkastu nervarnar. Hollendingarnir brendu trý brotsspørk, og hóast eisini marokkanarar misnýttu tvey, tryggjaðu teir sær pláss í áttandapartsfinaluni.

 

Marokko hevði størsta partin av spælinum og skapti flestu málmøguleikarnar. Hollendski málverjin Bart Verbruggen hevði fleiri framúr bjargingar og helt liðið inni í dystinum langt inn í seinna hálvleik.

 

Í áttandapartsfinaluni skal Marokko spæla móti vertstjóðini Kanada.

 

Marokkansku spælararnir fegnast, eftir at teir vunnu brotssparkskappingina móti Hollandi og tryggjaðu sær pláss í áttandapartsfinaluni í HM. Mynd: Daniel Becerril/Reuters