Betri Banki hækkar renturnar

Danski Tjóðbankin hækkaði 12. juni leiðandi rentuna við 0,25% stigum.

Hetta hevur við sær, at Betri Banki eisini hækkar renturnar.

Áður hevur Føroya Banki hækkað renturnar somuleiðis við upp til 0,25 stigum fyri privat- og vinnukundar, eins og Betri Banki ger nú.

Broytingarnar hjá Betri Banka koma í gildi tann 15. august 2026.