Hóast líkindini at sigla ikki eru tey bestu, so eru Suðringar komnir norður um fjørðin, og nú eru teir á veg til Sørvágs.
Fyrsti heimadysturin í fjør hjá 07 Vestur var ímóti Suðringum. Tá hevði heimaliðið nógv tað mesta av spælinum, men gestirnir fóru suður aftur við 1-0 sigri. Poul Ingason skoraði miðskeiðis í fyrra hálvleiki einasta málið. Síðani var leikluturin hjá Poul Ingason ikki serliga stórur, men nú tykist hann aftur at vera fastur maður í framrættaða partinum.
-Um vit skulu vinna úrtøku, so er fyrsta treytin, at persónligu mistøkini vera nógv færri, enn tey vóru ímóti NSÍ. Tað er sera kostnaðarmikið at missa í uppspælinum, sigur venjarin hjá Suðringum Glenn Ståhl.
Salmundur Bech var ikki við ímóti NSÍ, og tað er ivasamt, um hann verður við ídag. Stefan Radosavljevic hevur í vikuni verið sjúkur.
Tað endaði 1-1, tá ið 07 Vestur var á Argjum. Heimadysturin ímóti Suðringum kann fara at vísa seg at vera lyklauppgerð í kappingini um at sleppa undan at vera undir strikuni.
Pauli Poulsen fer í dag fyri fyrstu ferð at hava ábyrgdina av 07 Vestur liðnum á Dungasandi. Allir spælararnir eru tøkir.
-Fysti heimadysturin í fjør var staðfesting av, hvussu stóran týdning tað kann hava, tá ið tað ikki eydnast at vinna úrtøku úr góðum málmøguleikum. Vit vóna, at tað í dag fer at eydnast okkum at spæla okkum til møguleikar, og at úrtøkan verður betri, enn hon var tað í fyrsta heimadystinum í fjør, verður sagt úr Vágum.