Mars - vegamót í oljumálinum

TAÐ eru øgiligar rembingar, sum fara fram í altjóða oljuverðini í løtuni. Nógvar av risastóru og multinationalu oljufyritøkunum, sum eingin trúði kundu fara niður við flagginum, hava nú verið noyddar at lora niður á hálva stong - tær hava verið noyddar at siga upp fólki í hópatali og at stegða ætlaðum íløgum í bæði leiting og framleiðslu.

EIN kann so spyrja, hvat hetta hevur við okkum at gera! At oljuprísirnir fella átti so at havt góða ávirkan á gerandis oljunýtsluna. Hvussu hetta ávirkar eina komandi oljuleiting við Føroyar er so nakað annað. Oljumálaráðharrin segði herfyri í blaðpráti, at tað var kanska ikki so galið við lágum oljuprísum, nú vit standa til at skula fara undir eina oljuvinnu, tí tá halda vit høvdið kalt og leypa ikki framav.


SPURT kundi so eisini verið, um lágu oljuprísirnir hava havt positiva ávirkan á at fáa loyst marknaósemjuna? Tað er greitt, at lágu prísirnir skerja rásarúmið fyri íløgum hjá oljufeløgum, og tá nú løgtingið hevur sett út í kortið, at tað ynskir eina leiting við Føroyar, so ræður um at koma í gongd, meðan íløguhugurin og íløgumøguleikar framvegis eru til steðar.


TAÐ eru nú gingin eini fýra ár, síðani farið varð undir forkanningar og tað eru kanska eini tvey ár síðani, at oljufeløg høvdu gjørt so mikið at kanningum, at tey vóru tilreiðar til eina útbjóðing. Marknaósemjan hevur so darvað eini útbjóðing, og er tað nakað, sum føroyskir myndugleikar ikki hava nakra skyld í sum so. Nú sær tað kortini út til, at onkur loysn er í nánd.


HVUSSU tá við kolvetnislóggávuni? Hví kemur hon ikki fyri tingið, nú hon hevur verið klár í eina tíð? Tað er greitt, at hetta er nýggj verð fyri okkara myndugleikar, og tí kann ein kanska skilja hesa seinking. Tað frættist nú, at henda lóg verður til viðgerðar í næstu viku. Og tað er at fegnast um. So má ein bara vóna, at markið kemur uppá pláss stutt eftir, og at tað av álvara verður farið undir at gera útbjóðingina klára. Her eiga vit kanska ikki at vera bangin fyri at biðja um stuðul frá okkara grannum eitt nú bretum, sum eisini longu hava boðið sær til at leggja okkum lag á.


KANSKA verður mars mánaður júst tann, sum fær vent naggatódnini til ítøkiligt og virkið arbeiði. Og vónandi verða avgerðir tiknar henda mánaðin at fáa gongd á aftur hjólini, soleiðis at tey mongu fólk í umsitingini, í vinnulívinum og í altjóða oljuvinnuni veruliga sleppa til arbeiðis. Lat okkum so vóna, at vit fáa eitt gott og breitt tjak um kolvetnisskattalógina í næstu framtíð. Hóast hon meira er ein karmur um ein útvikling, so er hon eitt týðandi og neyðugt stig á leiðini fram móti fyrstu útbjóðing.