Martin Breum: Vaksandi áhugi hjá USA fyri Føroyum og Grønlandi

– hóast Donald Trump og ynski hansara um at keypa Grønland eru burtur, so verður einki sum áður, skrivar Martin Breum, journalistur og rithøvundur við serligum innliti í Arktis, í tíðargrein í Sosialinum um vikuskiftið

Mette Frederiksen nevnir stríðið við Donald Trump á sama hátt sum Covid-19 farsóttina, og tað er ikki so løgið. Tað var tað amerikanska trýstið, sum gjørdi tilgongdina avgerandi – ikki keypssáttmálin í sær sjálvum. Og trýstið veksur støðugt

 

 

 

Tá Mette Frederiksen fyri stutttum varð spurd á Bogforum í Keypmannahavn um fyrstu tíð sína sum forsætisráðfrú, nevndi hon tvey fyribrigdi sum serliga týðandi: Covid-farsóttin og stríðið við Donald Trump, tá hann vildi keypa Grønland.

 

Eg sat í salinum, og eg hugsaði júst so, at nógv okkara eins og Mette helst fara at minnast hetta restina av ævi okkara. Og meðan vit í øllum húskjum og á øllum arbeiðsplássum og millum vinir seinasta hálvtannað árið hava kjakast um farsóttina niður í minstu smálutir, so hevur stríðið við Donald Trump, sum Mette Frederiksen altso minnist sum størstu avbjóðingina, als ikki á sama hátt verið so frammalaga í huga okkara.

 

##med2##

 

Tað eiga vit at gera nakað við, haldi eg. Serliga tí at stríðið ikki, sum tey flestu kanska halda, bara var nakað sum ein litríkur forseti brádliga fann uppá. Og tí eru avbjóðingarnar als ikki av enn.

 

Átakið hjá Donald Trump var søguliga grundað: USA keypti Vestindisku Oyggjarnar frá Danmark í 1917, og fleiri forsetar hava áðrenn Trump umhugsað at keypt Grønland; eitt kontant tilboð varð latið stutt eftir seinna heimsbardaga. Og enn týdningarmiklari: Hugsanin hjá Donald Trump vísir grundleggjandi áhugan fyri Arktis, sum hongur neyvt saman við nýggju arktisku hernaðarætlanum hjá bæði flota, flogvápni og herinum í USA. Tað eru hernaðarætlanir, sum stjórnin hjá Joe Biden í Washington hevur akkurát líka stóran áhuga í, sum undanmaðurin – og tað snýr seg sjálvandi eisini um áhugan fyri Føroyum, havnunum, og eftirlitið við siglingarleiðunum, sum ein komandi radari skal taka sær av.

 

Arktiska átakið hjá USA

 

Áhugin hjá USA fyri Arktis er støðugt vaksandi: USA hevur fyri kortum samráðst seg til ótarnaða atgongd til fýra herstøðir í Noreg, haðani USA nú uttan at spyrja norðmenn kann senda flogfør, herskip og kavbátar á kanningarferðir nærindis russisku kjarnorkugoymslunum á Kolahálvoynni. Amerikanska flogvápnið er aftur á støðini í Keflavík í Íslandi, haðani eftirlitið við russiskum kavbátum í Norðuratlantshavi aftur økist. Ein amerikonsk umboðsstøð í Føroyum er sum kunnugt á veg. Í Alaska, við Alueturnar, og í Beringssundinum økist virksemið hjá amerikanska herinum somuleiðis.

 

Sjálvur tankin um, at USA skuldi keypa Grønland fyri eina ávísa peningaupphædd, var helst eitt Trump-fyribrigdi og er nú lagt til viks. Men grundleggjandi amerikanski áhugin fyri keypssáttmálanum er ógvuliga átreingjandi. Tað var tí, at trupulleikin hjá Mette Frederiksen í 2019 gjørdist so víttfevnandi; í ríkisumsitingini skiltu tey alt fyri eitt, at uppskotið hjá Donald Trump umboðaði eina nýggja tankagongd um Grønland. Í samljóði við veðurlagsbroytingarnar er Grønland vorðið so týdningarmikið fyri hernaðarligu trygdina hjá USA, at einhvør amerikanskur forseti fer at kenna seg noyddan at gera nakað: Vón er, sum vit vita, ikki ein ætlan – heldur ikki í hesum føri.

 

Grønland fyllir 98 prosent av økinum í kongaríkinum, og vit gloyma ofta, at Grønland landafrøðiliga er ein partur av Norðuramerika, men tað er soleiðis, sum USA sær málið – serliga nú, tá veðurlagið broytir munandi upp á trygdina í Arktis.

 

##med3##

 

Russisk herdubbing

 

Nógv minnast helst, at Mette Frederiksen av óvart kom at kalla uppskotið hjá Donald Trump fyri »absurd«, men høvuðsboðskapur hennara var nakað ein heilt annar.

 

Fáar tímar eftir at Donald Trump avlýsti ríkisvitjanina, hann skuldu koma á í Danmark, kom hon við poenginum:

 

»Eg vil fegin siga í dag, at ynski okkara um eitt sterkari og meira strategiskt samstarv við USA í Arktis, er púra óskalað, og harvið stendur innbjóðingin til eitt sterkari strategiskt samstarv við amerikanarar eisini enn opið«, segði hon.

 

Og so endurtók hon høvuðsboðskapin á enskum, so tað ikki kundi misskiljast í amerikonskum sjónvarpi.

 

Almenningurin frætti ongantíð um bakgrundina. Men hyggja vit í skjølini, sum eg havi havt høvi til, lá kjarnuboðskapurin frá Mette Frederiksen til USA í beinleiðis forleingilsi av sterkum sambandi millum Danmark og USA, sum hevði verið í gongd millum annað í sonevndu Permanent Committee, har umboð úr Washington, Keypmannahavn og Nuuk tosa um hernaðarliga virksemið í Grønlandi.

 

Langt áðrenn Trump smekkaði til, arbeiddi USA her og í øðrum samanhangum skipað við at økja leiklut sín í Grønlandi – serliga tann hernaðarliga. USA gørdi greitt, hvørjar tørvir USA sá í lutinum hjá donsku verjuni í Grønlandi, og hvat USA sjálvt ynskti í Grønlandi.

 

Tað var hetta trýstið, Mette Frederiksen svaraði uppá við at lova eitt tættari hernaðarligt samstarv.

 

Í desember í 2019, fáa tímar áðrenn hon skuldi hitta Donald Trump á NATO-toppfundi í London, boðaði hon púra óvæntað frá øktum íløgum í verjuni í Grønlandi fyri 1,5 milliardir krónur – tað er haðani, at pengarnir til ein nýggjan radara á Sornfelli koma frá. Hetta brádliga fíggjarliga boostið var offurgávan, sum endaliga skuldi blíðka Trump og tryggja, at eingin skaði hendi viðvíkjandi samstarvinum millum Danmark og USA.

 

##med4##

 

Hóttanir úr norði

 

USA kennir seg hótt norðanifrá. Russland hevur gjørt nýggjar støðir í Arktis og fingið til lívs aftur aðrar frá kalda krígnum. Tann nýumvælda flogstøðin »Nagurskoye« í oyggjabólkinum Franz Josef Land upp ímóti Norðpólinum kann tæna flestu sløgum av russiskum stríðsflogførum nærri USA og rakettverjuskjøldrinum hjá amerikanarunum á Thulestøðini enn áður. Nýggjar hypersoniskar rakettir, sum eru nógv skjótari enn áður, eru royndar í Arktis, og USA metir hetta sum eina beinleiðis hóttan.

 

Samstundis óttast USA virksemið hjá Kina í Arktis, og Washington virkar fyri at forða kinesiskari ávirkan í Grønlandi. Strategarnir í USA hava vissuliga verið órógvaðir um vantandi støðutakan úr Danmark: Tað kravdi tí eitt vælrættað »vink med en vognstang«, áðrenn stjórnin hjá Lars Løkke Rasmussen fekk steðgað kinesiska ynskinum um luttøku í tveimum stórum flogvallarbyggingum í Grønlandi.

 

Sambært greiningunum hjá USA var vandi fyri, at Grønland eins og aðrar tjóðir fór at enda í eini óndari kinesiskari skuldarfellu.

 

Tá USA hevur latið upp aftur konsulátið í Nuuk fyri fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, og fyri stuttum kom USA við enn einum nýggjum fíggjarligum hjálparpakka til sivila lívið í Grønlandi, er tað líka sum fyri at leggja dent á hernaðarliga úttrykkið fyri einum amerikonskum ynski um at kjølfesta Grønland sterkari í amerikonskum áhugaøki, tryggja atgongd til at styrkja amerikanska herin í Grønlandi, staðfesta politiska og búskaparliga javnvágina hjá Grønlandi, fasta sambandið til Nato og vísa aftur kinesisku íløgunum í undirstøðukervið í Grønlandi, strategisku ráevnini í Grønlandi og at gera kinesiskar granskingarstøðir, sum kanska kunnu brúkast til hernaðarendamál. Kina vinnur í hesum døgum ávirkan í Arktis við stórum íløgum, gransking og úthaldandi diplomatii – hugsið bara um Huawei-málið – og USA óttast, at tað sum frálíður verður ein verulig hóttan ímóti USA.

 

Tað er við øðrum orðum ikki so løgið, at samanstoyturin millum Mette Frederiksen og Donald Trump í 2019 gjørdist so avgerandi, at Mette Frederiksen samanber við Covid-farsóttina.

 

Tað var trýstið handan keypstankan hjá Donald Trump, sum gjørdi málið so minniligt – ikki keypstankin í sær sjálvum. Mette Frederiksen skuldi alt í einum viðgera eitt stórt amerikanskt ynski um broytingar í Grønlandi og restini av Arktisk og Norðuratlantshavi, hon skuldi vísa aftur keypstankanum hjá Trump, ganga tørvinum hjá Grønlandi fyri sjálvstýris-umarkeringum á møti og endaliga royna at sleppa undan at skala góða sambandið við USA, sum avlýsingin av ríkisvitjanin hjá Trump kundi ført við sær.

 

Tað sum hevur týdning at skilja í dag er, at einki verður sum áður, sjálvt um Trump er burturi.