Skal man lýsa pabba í stuttum, so má tað nokk verða familjumaður og
skúlastjóri. Pabba hevur onkuntíð sagt, at tað var av tilvild at hann fór á læraraskúla og gjørdist lærari. Men tað gjørdist hansara lívsstarv, og síðani 1971 hevur hann lagt lív og sál í starvið, fyrst sum lærari, og síðani 1991 sum skúlastjóri á Tvøroyri.
Pabba giftist við mammu okra Eydis Maria (fødd Mortensen) í 1971, og fingu tey Eyð í 1971 og Flóvin í 1973.
Heima hevur hann verið ein modernaður maður, sum hevur luttikið í barnauppaling, matgerð og øðrum húsligum, longu áðrenn tað gjørdist vanligt. Altíð hevur honum dámt at hava tað ordiligt og ruddiligt. Á ungum árum róði hann kapp og gjørdi fimleik. Konditiónin er
ikki tann sama í dag, men hann svimur viðhvørt og spælir badminton í
felagnum Snigilin.
Abbabørnini Maria og Martin hava eitt heilt serligt pláss í lívinum. Av tí at tey ikki búgva í Suðuroynni sær hann tey ikki hvønn dag. Men hann ger alt fyri at síggja tey so ofta sum til ber.
Føðingardagin er hann saman við teimum nærmastu hjá dóttrini í Kollafirði.
Góði pabba, hjartaliga tillukku við 60 ára føðingardegnum. Nógv góð og gleðilig ár ynskja vit tær og mammu.
Heilsan Eyð og Flóvin