Herfyri fekk forlagið »Sprotin« ein forvitnisligan fyrispurning frá bókaforlagi í USA, um loyvi at nýta føroysku permuna til teirra útgávu av skaldsøguni.
Sagt varð eisini, at forlagið í USA hevði valt føroysku permuna, sum tann besta av øllum »Barbu« útgávunum, sum eru víða um í heiminum.
Tilsamans er skaldsøgan hjá Jørgen-Frantz Jacobsen týtt á øllum heimsmálum, undantikið Kina, og útgivin í 17 londum.
Tað er Stonehill Publishing Compay, Traverse City í Michigan, sum gevur skaldsøguna út.
Hetta er bókaforlag sum serliga leggur dent á at geva út útlendskar bókmentir, bøkur um málvísund og tónleik.
Alan Bower, stjóri á forlagnum, sigur við Sosialin, at teir selja bøkur til universitetir og aðrar lærustovnar. Av tí at forlagið roynir at røkka størri lesaraskara, heldur Alan Bower, at søgan um »Barbu og harra Pál« er hóskilig til eina byrjan.
- Serliga væl hóskar skaldsøgan sum grundarlag á skeiðum um samanberandi bókmentir, sigur Alan Bower.
Gera nógv burturúr
tí prentlistarliga
? Vit gera m.a. nógv burturúr tí prentlistarliga í útgávum okkara, og tí eru vit serliga fegin um at sleppa at nýta listarliga væl gjørdu permuna hjá Martin Jonesen, sigur Alan Bower.
Hann hevur ikki sæð filmin »Barbara« tí hesin ikki er komin upp í USA enn. Alan Bower er hálvur dani, og fer um tvær vikur til Danmarkar, har hann m.a. ætlar sær í biohøllina at síggja filmin um Barbaru.
Nýgggja útgávan í USA er grundað á upprunatekstin, men Alan Bower hevur eisini nýtt føroysku týðingina, eitt nú fyri at staðfesta tey søguligt støðini,sum eru í hendingagongdini.
Tað hevur Alan Bower havt møguleika fyri, av tí at hann hevur lisið íslendskt fornmál.
Martin Jonesen er sera fegin um at hansara útgávu er tikin fram um allar hinar, og Jonhard Mikkelsen, formaður í forlagnum »Sprotanum«, er eins errin og listamaðurin.
Hvørt føroyska forlagið og listamaðurin fáa nakran peningaligan vinning burturúr samstarvinum, er óvist enn, tí tað hava teir ikki spurt forlagið í USA um.
Skaldsøgan verður at fáa í bókabúðunum í USA um einar tríggjar vikur.
Martin Joensen upplýsir um permuna annars, at tað var ein mynd hjá myndamanninum á Sosialinum, Jens Kr. Vang, sum gav honum hugskotið til permuna. Martin hevur síðani grafiskt og listarliga arbeitt við hugskotinum, ið varð til ta endaligu permuna, sum nú eisini fer at prýða um í bókabúðunum í USA.