Martin í Grund 1926 - 2002

Ein dagin stutt fyri andlátið var Martin inni á gólvinum hjá Sámal Peturi, og bar honum einar hálvhosur, sum Maria hevði bundið honum í føðingardagsgávu. Í tí hann letur tær frá sær, kemur tað seigliga burturúr honum: »Passa tær ikki, so kundi tú latið Tobba fingið tær, skuldi hann fingið kaldar føtur nú fram ímóti Ólavsvøku.« Soleiðis var Martin. Maðurin, sum útyvir sítt flogvit og flógva og oftani vinarliga speisemi, eisini hevði eitt hendinga gott taktiskt vit, - kanska skilti hann tímarásina í málum betri enn nakar. Eisini hesum. Og mangan var hann góður í ráðum. Og í ávikum. Nú er hann farin heim til fedrar sínar, setstur hjá Drotti himins og jarðar, hvørs áliti hann ongantíð ivaðist í.
Martin var føddur í Søldarfirði hin 23. februar 1926. Foreldur hansara vóru Sámal Petur Olsen, í Grund, skipari og Hansina, sum var slektað úr Syðrugøtu. Martin var óviti tá ið hann flutti inn um eiðið at búgva. Morbróður hansara, sum gøtumenn kallaðu Magnus hjá Gamla og kona hansara AnnaSofía høvdu mist sonin Palla av bróstsjúku, átjan ára gamlan. Tí tóku tey Martin til sín, og kom hann harvið at vaksa upp ímillum áirnar í Syðrugøtu. Og harvið fekk hann hendan tvískilda identitetin, sum fleiri av okkum bera, tá ið vit bæði eru gøtumenn og søldfirðingar ella glyvramenn.
Tað var bara tún ímillum húsini í Útiguttastovu og tey hjá Magnusi hjá Gamla. Pól morbróður var uppkallaður eftir abbanum, Pól Kristoffuri, tí mundi hann hava serskilda støðu í hansara hugaheimi, og kanska ikki minni hjá ommuni, Kunoyar-Jóhonnu, eftir at Dánjal, Andrias Petur og Pól Kristoffur lótust fyri Borðoyarnesi stríðsári í 44. Hann mundi vera sum húsfólk har, og hóast hann var nakað eldri enn Martin, um hálvtannað ár, so gjørdust teir bestu vinmenn. Kemiin hóskaði. Báðir flogklókir. Avbera skemtingarsamir. Kjarnin var oftani í tí ósagda. Speiskir. Hendinga vertskapsmenn. Og so hekk eitthvørt filosofiskt uppi við teimum. Vællisnir. Skiltu tað ið teir lósu, og so høvdu teir báðir tveir eitt hendinga gott minni. Trúði ikki at ein sovorðin heimspekilig sfera hekk yvir Gøtu tá í tíðini, men nú ein dagin gav Eva mær bókina »The History of Western Philosophy« eftir Bertrand Russel, og tað er sjónskt, at hon er lisin á tamb einaferð í fimti-árunum. Vinskapurin teirra millum dragnaði ongantíð. Einki hóttafall beit á honum. Ikki fyrrenn Pól fór hiðani, ein kaldan januar dag í 1985, var komið fram at mørkum, har mannamegin munar so lítið.
Vit lógu á vánni í Mersin í Turkalandi, tá ið feigdarboðini komu um Pól. Tá ið einaferð var komið heimaftur til landa, vildi Martin hitta meg á bryggjuni. Hann virkaði tá sum havnafúti við Runavíkar Havn. Boð hansara vóru, at eg nú skuldi átaka mær uppgávuna, sum Pól áður hevði havt í hansara lívi. Og so varð. Hóast sløk tríati ár vóru ímillum okkum, so gjørdi tað ongan mun. Kemiin hóskaði bara. Saltrákin í æðrunum munaði kanska nakað væl. Vit hittust og tosaðu saman, bæði tá ið tað gekk væl og tá ið tað gekk minni væl. Sum Sámal Petur segði tað so væl í kirkjuni áðrenn jarðisku leivdirnar vóru bornar út: Pápi var hin sami pápin, líkamikið hvussu lívslíkindini annars vóru. Hann var altíð har. Eisini, og kanska serliga, tá ið tað tyntist í vinaskara. Soleiðis kendi eg eisini hendan vinmannin, sum legði árarnar inn ólavsvøkuaftan, mettur av døgum.
Martin fór til Dals eftir vívi, og við Mariu fekk Martin eina hendinga konu. Hesum duldi hann ongantíð fyri. Eftir stríðslok keypti Martin húsini, sum Karl á Niðri hevði latið smíðað, norðuri í húsgarðsbønum, og har settust hjúnini niður tá ið tey gingu saman í 1952. Tey bæði gomlu, Magnus og AnnaSofía fluttu norður haðar tá ið húsini ímillum áirnar vórðu niðurtikin, og har búði húskið hjá Martini nakað væl fram í sekstiárini, tá ið hann hevði smíðað sær nýggj hús í Søldarfirði og flutti haðar at búgva. Eri á leið javnur í árum við fleiri av synum hansara. Manga góða løtuna átti man har norðuri, inni sum úti, og sigast má, at saknur var í teimum tá ið tey fluttu av bygdini, dreingjameingið í hesum aldrinum var so evarska lítið, vit vóru bara tveir dreingir, tá ið farið varð í fyrsta flokk í Gøtu Skúla. Petur hjá Esmari á Lakjuni og undirritaði.
Martin var lítið heima hesa tíðina. Sjógvurin varð hansara virkisøki. Í 44 róði hann út frá Eskifirði við »Svaninum«. Várið í 45 var hann við "Føringinum", sum Óla Hans førdi. Heystið sama árið var hann við »Nim«, sum Alfred bróður hansara førdi, - í sigling millum Ísland og Skotland. Í 46 var hann við »Chr. Ribeiro« sum Pól Huus førdi. Í 47 var hann við trolaranum »Tórhalli« sum Jákup á Trøðni førdi. Árið eftir við sama skipi, sum Alfred var farin at føra. Martin tók skiparaprógv í 1949. Sama árið var hann bestimaður hjá Sofusi Hilduberg við »Saltnesi«. Í 1950 tók hann longdina, og sama árið var hann flaggskipari við »Vón« við Hilduberg sum fiskiskipara. Hann var bara 24 ára gamal tá, og hevði tí fingið undantaksloyvi at føra skip. Teir vóru í Grønlandi. Í 1951 var hann eystanfyri við »Tórhalli«, Alfred var skipari og hetta sama heysti førdi hann søldfjarða-trolaran »Miðafelli« niður til Antwerpen, har hann var seldur sum gamalt jarn, - til upphøggingar. Grønlandstúrin 1952 førdi Martin »Falkin« av Tvøroyri. Í 53 var hann á sildaveiði við »Gulenni« og í 54 var hann bestimaður hjá Suðringi, alias Andrias Winther, við »Føringinum«.
Vit sum høvdu tað eydnu, at kenna Martin í Grund vita, at hin navnfræmi jútin, Claus Sørensen, ein entreprenørur av guðs náði, landnámsmaður í Napasoq og aðrastaðir við, hevði eitt serligt pláss í hugaheimi hansara. Og hetta mundi ganga báðar vegir. Martin fær gott ummæli í endurminningum hansara, og hetta er tíðin tá ið hann førir skonnartina »Herthu«. Manndómsárini byrja av álvara. Frá 55 til og við 60 er hann við henni, og hann gjørdist pionerur hesi árini, tá ið hann helst er hin fyrsti, sum fer til fiskiskap innanskerðs á Hvarvinum. Hetta var í 1958. Teir fingu 100 tons í saltfiski í september og oktober hetta árið. Allir skiparar hava tann veikleikan, at teir gerast serliga góðir við eitt av skipunum teir hava ført. Hugsi at »Hertha« átti hendan leiklutin í lívinum hjá Martini, so oftani sum hann róði aftur á hesa tíðina í tænastu hjá Clausi. So góðir vinmenn gjørdust teir, at hann kallaði yngsta sonin upp eftir honum. Tað man ikki vera komið av ongum. Petur Weihe, keypmaður í Søldarfirði, keypti ein av línubátunum sum fyrst í sekstiárunum vóru smíðaðir í Dieppe í Fraklandi. »Havørnina« førdi Martin árini frá 61 til og við 66. Árini eftir førdi hann »Tungufoss« og »Ranafoss«. Síðani sigldi hann við ymsum nótabátum haðartil hann fór at føra Cuba-trolararnar, sum tá vóru vaktar- & stand-by skip í Norðsjónum og í Vesturgrønlandi. Á vári í 79 legðist hann uppi. Byrjaði eitt nýtt skeið í lívinum, sum havnafúti við Runavíkar Havn.
Men harvið er ikki alt sagt um hendan úrmælingin. Langt ífrá tí. Formatið, strategisku og serliga tey taktisku evnini, bóru hann inn í eitt virkið samfelagslív. Politiskan áhuga hevði hann frá ungum árum av. Mundi kjálka tætt uppat loysingarrørsluni, sum hann plagdi at taka til: Tað kom ikki av ongum, at hann var ein av aktionerunum í Pf. Blaðstarvi, felagið, sum gav fjúrtanda september út á sinni. Tá ið hann so valdi at lata seg stilla upp til landspolitikk gjørdist Sjálvstýrisflokkurin hansara jørðildi. Hann mundi hoyra til tann rabiatara partin, treivst valla við at standa og tøva og dansa tann sama dans, sum Jóannes Bóndi sigur tað vo væl í sanginum. Onkuntíð var hann eykamaður á Tingi.
Kommunalpolitikkur gjørdist hansara slagmark. Hann varð valdur inn í bygdaráði í Gøtu Kommunu frá 1959-1962. Hetta fyrsta árið var hann formaður. Ein onnur legenda, Jákup Fr. Øregaard, sáli, tók yvir sum formaður, tá ið tíðin ikki røkk. Trupult er at samansjóða eitt virkið sjómanslív við politiskan leiklut á landi. Tað man mangur hava sanna. Men í 1975 leggur Martin til brots aftur og verður býrðslimur í Runavíkar Kommunu. Har situr hann heilt fram til 1996. Næstformaður frá 1975-1981 og formaður frá 1981-1985. Formaður var hann eisini í Føroya Kommunufelag eitt skifti.
Hetta var um tað mundið tá ið býráðsfundir gjørdust almennir. Og tá ið onki annað var fyri hondina, so sótu vit á áskoðaraplássunum. Tað var ongantíð nakar ivi um, hvør ið skapti áhugan fyri hesum. Tað var Martin. Ein orginalur av Guðs góðu náði. Í lívsins mest positivu merking. Tað finst einki, og tað fer valla nakrantíð at finnast eitt kopi av hesum sjaldsama manni. Hann var nervin á hvørjum fundi. Altíð væl fyrireikaður. Kendi sína lektiu og sín leiklut til fulnar. Har hingu eingir lepar við. Tá ið hann hevjaði seg úr sessi, tá vistu allir, at nú kom eitt kvalifiserað boð uppá hvussu fram skuldi farast. Hann spenti bogan, tá ið hann helt tað vera neyðugt, álvarsemi valdaði og aðratíðir kundi hann fara heilt yvir í hina veitina, soleiðis at láturin ongan enda fekk. Hóast hann kundi síggja nakað klossutur út tá ið hann fór til gongu, og eisini tá ið hann stóð og veipaði við ørmunum, onkuntíð var hendan meðferðin tilætlað, so er tað mín sannføring, at Martin var hin politiski Rudolf Nureyev, ein andans balletdansari, sum eingin kundi taka ella skjóta ígjøgnum, tá ið tað góða lagið var á honum. Søgan kemur at varveita hann sum ein serliga góðan kommunalpolitikara. Hansara leiklutur í so máta verður oftani havdur á munni. Hann varð ein legenda longu áðrenn hann legði árarnar inn. Tað var onkuntíð uppáhildið, at vit báðir skuldu sita niðri á bryggjuni og seta politiskt bryggj útá framundir almennu fundirnar, og satt at siga, so er ikki púra einki um hetta. Tú keddi teg onga løtu saman við Martini. Ótaldar eru tær søgurnar, sum hann lat frá sær, og hann hevði eitt frásøgukynstur, sum bara er fáum beskorið.
Hann var eisini skald. Fleiri minnast helst søguna um æðuparið. Gøtusangin og hópin av yrkingum, smíðaðar til serlig høvi. Vælformuleraður í skrift. Bæði tá ið tað ráddi um politikk og tá ið hann sendi eina seinastu heilsan til onkran sum var farin hiðani.
Hugsi at Martin hevði eitt trúðarlív, sum líktist tí, sum teir gomlu livdu. Ógvuliga nýanserað. Eingin galdran. Einki vas. Einki hóvasták í so máta. Puslispælið við Várharra hevði hann sjálvur fingið at liggja, sum tað skuldi, og harvið varð tað. Kirkjumaður var hann um ein háls, og hann mundi vera Glyvra Kirkju ein hentur og nærlagdur tænari tey árini hann sat í kirkjuráðnum. Hevði hann sett sær nakað fyri, so elti hann málið, líka fram til endans. Hetta var eisini ein dygd, sum hevur verið mongum til bata.
Martin var maður, ið setti stóra æru í, at standa uppi av sær sjálvum. Hendan setningin megnaði hann at halda eitt heilt lív. Alt sum livdi og gróði var honum til fragdar. Serliga áhugaður var hann í seyða- & jarðarbrúki, og tá ið tað mesta av ogn hansara lá inni í Gøtu, so var hetta altíð eitt kærkomið høvið, at koma sær innaftur um Eiði. Hann plagdi at siga, at tað var lættari fyri andanum, tá ið havluftin streymaði inn eftir vánni. Kanska vaks identiteturin frá óvitaárum aftur í honum. Hetta er ikki ókent fyribrigdi. Langt ífrá tí. Sálin fer eftir síni natúrligu javnvág.
Vit hittust javnan. Vitjaðu hvønnannan. Og tað er bara stutt síðani, at eg var inni á gólvinum hjá teimum báðum Mariu. Blíðskapurin var sum altíð. Í topp. Slapp ikki frá húsum aftur fyrrenn døgverðin var fingin niðurum. Men tað sást slit á honum. Stempulringarnir vóru tærdir. Men at dramaið, harið lív og deyði møtast, skuldi koma so bráðliga, tað var nú ikki væntandi allíkavæl. Ólavsvøkuaftan, sama morgun sum vinmaður hansara, Pól Gregersen, hevði farið um tey sjeyti-átta, endaði foldarlívið hjá hesum stóra lívskunstnaranum. Sorgin og saknurin, hjá tær Mariu og tykkum ið eftir sita, verður stórur. Gapið, ið stendur eftir tá ið eitt stórmenni fellur, er tungt at lempa uppí aftur. Ógjørligt. Men øll tey góðu minnini eiga tit eftir. Má Harrin hjálpa tykkum í tíðini sum kemur.
Seinasta tøkkin fer til Martin fyri at hann heitti á meg um at yvirtaka hendan sjaldsama leiklutin, sum vinmaður, hóast ein mansaldur var ímillum. Tú dragnaði ongantíð og vónandi kendi tú tað á sama hátt. Tað er ikki hvørsmansogn, at hava kent ein mann av tínum kaliber. Hvíl í friði kæri frændi.

Tórbjørn Jacobsen