Tað er enn ikki ein vika síðani, at Martin vann X Factor, men longu nú kann hann reypa sær av at hava selt gull.
Stakfløgan ?The 1? er tikin niður 10.000 ferðir, síðan hon kom út fríigjakvøldið. Fyri at loysa eina gullplátu út skal sangurin seljast 7.500 ferðir, so Martin og sangurin ?The 1? eru komin hálvan veg móti platinfløguni.
Unga sangtalentið er longu farið í gongd við komandi fløguna, men sum B.T. fyrr í vikuni hevur skrivað, er onki dato sett á, nær fløgan skal koma út.
Tó er avgjørt, at Martin skal framføra aftur 12. apríl, tá ?Boogie Prisen 2008? fer av bakkastokki. Martin fer tá at syngja lagið ?The 1?, og tiltakið verður hildið á Det Kongelige Teater.