Tú velur og formar tína útbúgving, men útbúgvingin formar líka nógv teg. At lýsa eitt lestrarøkið á einum universiteti er sum at lýsa eitt heilt lív. Tú, møguleikarnir, innsatsurin, løturnar og fólkini rundan um teg, er alt við til at gera teg til nakað heilt serligt, sum ongin annar er. At siga hvat ein útbúgving er, er tað sama sum at siga hvat eitt heilt menniskja er. Tað ber ikki til. Tað er fimm lang, hørð, ørkymlandi, stuttlig, sjónarvíðkandi og fordjúpandi ár, har tú fer frá blomstrandi ábyrgdarkenslu í tí smáa til endaliga ábyrgd fyri tínari framtíð restina av lívinum.
Lesturin:
Film- og Medievidenskab hevur sum høvuðøki film og teir audiovisuellu miðlarnar, serliga sjónvarp og internetið. Tú sær nógvar filmar, serliga fyrsta árið, skal duga filmsøgu, greinar filmar, diskuterar ymsar filmteoriir, og skrivar uppgávur um tað. Á øðrum ári verður hugt nærri at atferðini hjá fólki í samband við miðlar, hvørjar ávirkanir og formar miðlar kunnu hava, og hvussu fólk reagera uppá tað. Síðani verður tann stóra uppgávan, bacholarprojektið skrivað, har tú sjálvur sleppur at velja økið tú helst vil skriva í. Oftast er stendur valið millum filmgreiningar ella miðlateoriir. Bæði árini verða eisini smærri filmar gjørdir í fakinum AV-formidling, har filmskamera verður latið í stutt tíðarskeið til at gera filmar. Á triðja ári skal eitt heilt onnur universitetsgrein veljast. Í mínum føri gjørdist tað ein blanding av stjórnmálafrøði og heimsspeki. Men valið er heilt opið. Hesin møguleikin verður ofta nýttur til at finna eitt annað lestrarøkið, sum eisini kundi verið stuttligt at roynt. Tey seinastu tvey árini verða so nýtt til at fáa sær serkunnleika innan tey miðla-fakumráðini, ið hava størstan áhuga. Endin er so størsta uppgávan av teimum øllum, specialið, sum mongum hevur fingið eina heilakyknu ella tvær at kortslutta.
Tað sosiala:
At lesa Film og Medievidenskab er stuttligt og spennandi. Í flestu lærugreinunum verður dentur lagdur á bólkaarbeiði, so høvi er ofta til at verða saman við hinum lesandi. Tað eru ótrúliga nógvar ymsar týpur á lestnaðinum, og sjáldan fer eitt vikuskifti framvið, har veistlufelagið ikki hevur eina ella aðra løgna veistlu, har tey t.d. royna at fáa øll at lata seg í sum leikarar úr horrorfilmum. Miðalaldurin er minkaður rættuliga nógv seinastu tvey árini, og liggur nú á umleið 22 árum á fyrsta ári, har flest øll koma úr student ella HF. Tú verður ikki filmleikstjóri ella journalistur av at lesa Film- og Medievidenskab, tó tað í mongum førum ikki ger tað verri um áhugin gongur tann vegin. Mong av teimum sum lesa Film- og Medievidenskab eru komin inn á Filmskúlan, har tey lesa tey meira praktisku fakini innan film- og sjónvarpslistina.
Universitetið á Amager er ein gomul fyribilsloysn, sum ikki hóvar serliga mongum. Nýtt universitet er áleiðis, men Film- og Medievidenskab flytir ikki í nýggj hølir fyrr enn um nøkur ár. Colorbar er tó savnaðardepulin fyri lesandi á Film- og Medievidenskab, har barr, pool og sofur standa.