Tveir telvarar høvdu vunnið øll talvini, tá trý umfør vóru løgd afturum í almenna bólkinum. Har eru 21 luttakarar ? Bjørn Thomsen, sum tapti fyrsta talvið, hevur tikið seg burturúr kappingini.
Teir báðir, sum eingin hevði skalað fyrstu dagarnar, eru blaðungi Martin Poulsen úr Havnar Telvingarfelag og ein av veteranunum, Jákup F. Joensen, úr Gøtu. Hesir báðir vóru klárt á odda, tí eingin av hinum nítjan telvarunum høvdu fleiri enn tvey stig.
Í almenna bólkinum telva teir átta umfør.
Rúni einsamallur
Bara ein av teimum fjúrtan telvarunum í unglinga bólkinum hevði fult stigatal, tá trý umfør vóru løgd afturum.
Talan er um Rúna Dragaberg úr Klaksvíkar Talvfelag. Tá tað á páskum í fjør varð telvað um FM í Klaksvík, var Rúni Dragaberg leingi á odda, men hann snávaði í síðsta umfarinum.
Hvussu tað fer at hilnast hesa ferð fekst ivaleyst ein góð ábending um í gjár. Tá telvaði Rúni við hvíta fólkinum móti Karl M. S. Jensen úr Róki, sum var annar av teimum, ið høvdu tvey og eitt hálvt stig. Hin var Mannbjørn Anthoniussen úr Klaksvík.
Tað eru 14 luttakarar í unglinga kappingini.