Minnist, at tað fall litterera ummælaranum hjá Framanum rættiliga fyri bróstið, táið hann metti um bókina “Í Grønlandi við Kongshavn”, at Magnus tók soleiðis til á blaðsíðu 79: “Marxistarnir royna at fáa fótafesti. Sorgarsøgan endurtekur seg. Tankarnir hjá Karl Marx eru vorðnir ein nýggj kirkja, líka so fanatisk og intolerant, sum tann gamla, og líka so frelst sum tær villastu kristnu sektirnar. Ístaðin fyri kristna humanismu seta teir socialistisku materialismuna, kristindómurin verður skýrdur teirra ringasti fíggindi.”
Tey fæstu ivast í, at Karl Marx var ein stórur teinkjari. Hugmyndafrøðingur og flogvit, sum betri enn nakar hevur greinað kapitalistisku búskaparskipanina. Hann var politiskt virkin á ytsta vinstraveinginum, sosialistur og kommunistur, og saman við Engels hevði hann eitt boð uppá, hvussu menniskjan skuldi skipa seg í einum nýggjum samfelag, táið kapitalisman fór á ørmundarhús.
Tey fæleysu skuldu vera ørvagarpar í stríðnum fyri javnrættindum, felagsogn og linkandi sosialum spenningum. Bara tey, sum lítið og onki áttu av jarðiskum góðsi, kundu verða álitið í byltingini áfram inn í “jarðarinnar paradís.” Tað sigur ikki so lítið um hendan tíðarleysa kapasitetin, at Kapitalurin alt meira verður brúktur sum frálærutilfar á lærdum háskúlum í USA, og at Kommunistiska Manifestið (sum táverandi málsligi puritanarin, André Niclasen, flutti yvir í føroyskt há-mál) gongur sum heitt breyð í Samveldisstatunum í hesum døgum. Heimurin leitar aftur einaferð eftir einum alternativi til ta illa sperdu kapitalismuna.
Í fororðunum til ta einu útgávuna av grundbókunum verður sagt, at hevði Marx vitað til sín aftur, um allan tann trega, tey dráp og tann tramansskap, sum skotin hevur verið í skógvar hansara, síðani hann fór higani, hevði hann roterað mangar ferðir í grøvini. Brúktur og misbrúktur. Mistulkaður í eirindaleysari øði eftir persónligum valdi hjá despotum, ið misnýttu ástøðið hansara og arbeiðaraklassan sum rambukk í lynnanini fyri egnum valdi.
Samfelagsfrøðingurin Páll Holm Johannesen hevur skrivað eina bók um eitt sjáldsamt søguligt tíðarskeið í Føroyum. Hon líkist eini politiskari krimi. Men í mun til eitt nú Coq Rouge hjá Jan Guillou fært tú at vita, hvørjir persónarnir eru, sum hava ferðast ytst á vinstraveinginum, so langt úti, at vápnaða kollveltingin var ein rationellur møguleiki í stríðnum fyri at skipa lítla oyggjasamfelagið eftir marx-leninistiskum leisti. Teir flestu eru framvegis á lívi og ganga ímillum okkum dag og dagliga sum miðal hampamenn á alfaravegi.
“Tey sóu reytt”, er heitið á bókini. Nú vita vit ikki, um høvundurin hevur brúkt nakra serskilda søguliga metodu, táið hann hevur skrivað. Helst ikki, tí okkurt bendir á, at hon heldur er skrivað sum eitt samankókað referat av teimum samrøðum, ið gjørdar eru. Tá kann ein vandi vera, at tær mest informativu keldurnar stjórna kósini í frásøgnini. Vit vita, at fleiri av teimum, sum vóru aktivistar á vinstraveinginum í teimum døgum, hava verið tøtt sum tunnur, tá roynt hevur verið at fregnast um, hvat tað var sum fyrigekst í hesum mýtuvarda umhvørvinum. Høvundurin sigur í fororðinum, at hansara politiska sannføring varð stoypt langt eftir, at Berlinmúrurin fall. Hesin setningurin hongur í alt ov stóran mun í leysum lofti. Hann átti at sagt okkum, hvør politiski observansur hansara er, tí lesarin situr eftir lestrarlok við einum grummum mistanka um, at meginkeldurnar eru Framamenninir, FS´arnir, sum seinri gjørdust innkarneraðir samríkjamenn og javnaðarmenn. Teir eru hesi seinru árini mest kendir fyri at hunddálka alt og øll, sum ikki hava gingið og ganga í takt við teirra politiska gongulagi. Er hetta gitið eftirfarandi, so er tað sjálvsagt, at teir rivaliserandi bólkarnir á vinstraveinginum, serliga loysingarsegmentið, standa eftir í myndini sum Dýrið í Opinberingini.
Vit, sum eru farin gott og væl um hálvan aldur, hava upplivað hesa tíðina. Vóru har, táið tað hendi. Í hvussu er periferiskt. Tey flestu, sum nevnd eru í bókini, eru okkara javnaldrar. Sjálvur kenni eg fleiri teirra heilt væl, hóast eg ongantíð havi verið organiseraður í øðrum politiskum felagsskapi enn Tjóðveldisflokkinum. Tað forðaði mær tó ikki í at abonnera uppá bæði Framan, Arbeiðið og Fríu Føroyar. Undirtøkan fyri hesum litteraturi í broddi vinstrafylkingar mundi vera so sum so, í hvussu er úti á bygd. Minnist meg rætt vóru vit bara tríggir haldarar av Framanum í Runavíkar-økinum. Frægi kommunulæknin Poul Olsen, hárskerin Jógvan Hansen og eg sjálvur.
Helst er tað trupult at seta hesar rørslurnar inn í ein samtíðar samfelagsins kontekst. Páll ger tað ikki, tí kann tað skjótt enda sum ein Bjørnu-banda skrøna, leys av øllum kringumstøðum, har menn í skýmingini lúra seg fram á geilarhorn og durastólpar við skammbyrsum, klárir at gera bart, ósagt av hvørjari orsøk. Í grundini átti søguliga orsøkin at verið týdningarmeiri enn hesir tilvildarligu persónarnir, sum blitzað verður eftir í bókini. Vóru objektivu og subjektivu fyritreytirnar tíðarskotnar hálvthundrað ár annan vegin, vóru alternativu personasjurnar sjálvandi tað yngri ella eldri, og harvið ikki ein partur av høpinum. Hóast amatørur sum ummælari, ber tað tó til at gera eitt legg í søguliga radaran, fyri at vita hvør orsøkin er til allan hendan turbulensin, sum er meira og minni støðugur í eina stóra fjórðingsøld, - í seksti, sjeyti- og í áttatiárunum. Ja, heilt fram til tann dagin, táið hetta monstrið av einum múri verður sorað sundur í Berlin, og ein bara 40 ára gamal nationalstatur – DDR – krakelerar og foykist burtur. Einaferð fyrimyndin og jarðiska paradísið hjá ungum føroyskum kommunistum.
Tað er eftirhondini vorðin ein klassisk traditión, at studentar í einum hjálandi gerast politiskt virknir og vaktir, táið teir oftast nema sær útbúgving á lærdum háskúla í hjálandaveldisins evsta metropoli. París, London, Lissabon, Madrid og Keypmannahavn. Síðani flyta teir prosessina og seg sjálvar heimaftur, og tá kann alt henda. Kjansurin fyri spontanari bylting í landi sum Føroyum er lítil, sosialur ójavni kann gera tað, og táið tú verður álopin uttaneftir, sum eitt nú táið Læknastríðið herjaði, og norðyingarnir vardu seg manniliga.
Táið ungir føroyskir studentar stovna Oyggjaframa í 1962, eru bara 17 ár gingin síðani allur heimurin hevur staðið í einum eldi. Tann stóra avkolonialiseringin fer fram hesi árini. Fidel og Ché fara niðan í Sierra Maestra fjøllini. Teir høvdu neyvan rokkið Havanna umvegis eitt hugnaprát við amerikansku mafiuna og leigusveinin Fuelgencio Batista á onkrari hissini barr í Santiago ella í Santa Clara. Tað, sum tó er vegamótið og meginlunnurin undir hesum reyða ráki, er helst mannavonda amerikanska engasjemangið í Vietnam. Moralkodeksið vestanfyri skeiklast, fer heilt úr spónalagnum, tí tað er ikki til at skilja, at superveldið USA so systematiskt fer í holt við at knúsa hetta lítla landið í Asiu sundur og saman - í stumpar og stykkir. Allur tramansskapur - uttan kjarnorka - verður brúktur, napalmeitrið avskeplar tey skeivoygdu, og andstygdin er tiltakandi, eisini millum føroysku ungmennini í Keypmannahavn og seinri í Føroyum. Heimurin gerst alt meira tvíbýttur, svart/hvítur, og stórveldini skáka hvørt annað tvørturum Jarntjaldið við eini vaksandi rúgvu av avanseraðum hernaðarísinkrammi. Kapitalistiska skipanin ræður vestanfyri og eitt slag av statskapitalismu eystanfyri, - hendan seinra hevur annars lítið við marxismu at gera. Upp úr hesum øllum vellir hin nýggi musikkurin. Beatles, Rolling Stones og Bob Dylan. Torvroykurin stendur í nasarnar, og seinri brestur ungdómsuppreisturin á í Fraklandi, hóast Charles de Gaulle í nýggjársrøðuni gamlaárskvøld í 67 segði, at so langt sum hann sá fram í tíðina, var ongin ófriður at hóma nakrar staðir.
Nakað út á várið kemur tó eldur í, táið Cohn-Bendit og fylgisneytar hansara byrja byltingina á Universitetinum í Nanterre. Skjótt stendur eisini háborgin Sorbonne í ljósum loga, og hetta rákið fer sum ein grasvallabrandur um allan vesturheimin. Hetta er uppgerðin við hýggjuskotnar skipanir, autoriteturin skal missa valdið, og Rudi Dutschke tosar um marchin, sum nú skal fara ígjøgnum stovugongirnar á almennu institutiónunum.
Fólk taka støðu. Ongin sleppur undan at taka støðu í hesum svart/hvíta heimi. Í Føroyum liggur harumframt ein annar latentur trupulleiki og úlmar stútt og støðugt, tað er spurningurin um loysing ella samband. Burturúr hesum øllum grør hetta rákið, sum Páll Holm Johannesen hevur givið okkum eina briefing um – eina rímiliga trivaliga flís av - í bókini um víðgongda vinstravongin í Føroyum 1962-1990.
Hóast konseptið undir bókini kundi verið eitt annað, meira greinandi enn beskrivandi, so kemur høvundurin sær framat at kalla hvørjum króki í føroysku marxistisku kringekjuni. Talið á fraktiónum er vaksandi, sum árini ganga, her er næstan ongin savning um nakað sum helst, og søgur, sum eg havi hoyrt á fyrstu parkett, siga frá meiri at kalla láturligum savningarroyndum, har vaksnir menn hava spolað runt í Havnini í bivreið, við bindi fyri eygunum, soleiðis at teir ikki skuldu vita hvør ið lokaliteturin var, har teir vóru endaðir og ráðini skuldu leggjast um bylting og broyting.
Teir avnokta mestsum borgarligu parlamentarismuna, sum helst er mikið verri fenomen í Føroyum enn aðrar staðir, tí soleiðis sum viðurskiftini nú eru vorðin, verður Løgtingið ikki annað enn ein slags pedellur hjá donsku maktini í Føroyum. Tí skilji eg avgerðina hjá DP, um ikki at stilla uppaftur fyri Tjóðveldisflokkin í 58. Hann radikaliserast við árunum, men situr ógviliga einsamallur við Roðanum og filosoferar um, hvussu rósureytt alt kundi verið, um samfelagsskipanin var samanskrúvað øðrvísi – á annan hátt eftir marxistiskum meginreglum. Trupulleikin er bara, at onnur, so mong onnur, vilja fremja tann nýggja tilstandin á heilt annan hátt, hóast terminilogiin er marxistisk – kommunistisk.
Framamenninir tykjast blikna við árunum, sosialdemokratiserast, og teir flestu enda sum undirbrotligir samríkjamenn í Javnaðarflokkinum, hóast sjálvstýri og sosialisma var uppruna endamálið. Komm Ú´arnir tykjast onkursvegna at brúka felagsskapin sum dagdvølju í studentikosari øði, tað er lítið meira enn, at teir hava stigið fótin á land aftur í Føroyum, so sita teir á topppostum í Sjónvarpi, í peningastovnum, í íverksetarahúsum, í Norðurlandaráðnum, á Umhvørvisstovuni, á Almannastovuni, á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sogar á Løgtingi. Mesti komikkurin stendur tó og guvar upp frá Socialistiska Loysingarflokkinum. Fáar dagar fyri, at Danny skuldi verja ætlanir floksins í sjónvarpinum, legði eitt ferðamannaskip frá bryggju í Tirana. Ávegis út í Adriatarahavið hingu fólk í vantrum, uttan á hvalabakinum, niður frá hekkuni og onkur hekk og spraklaði uppi á kókandi heita skorsteininum, bara fyri onkursvegna at sleppa burtur úr hesum jarðiska helvitinum, sum oddviti teirra, Enver Hoxha, hevði reitt ból fyri hjá sínum undirsáttum. Táið seyrvingurin helt fyri við Dagmar, at Føroyar skuldu skipast eftir albanskum leisti, um flokkur hansara fekk makt sum hann hevði akt, tá bleiv gálgaskemtið so graverandi, at ongin longur kundi taka hesa fraktiónina fyri fult.
Tann mest makabra fraktiónin, sambært bókini, er tó Oyggjaframi (m-l), sum helt til úti á Reyni. Í Fólkabúðini. Helst uppkallað eftir fólkakommununum í slaraffenlandinum Kina. Har var ein bókahandil, sum vit onkuntíð vitjaðu. Minnist at ein bringumynd stóð og slotaði oman ímóti Tinganesi í tí eina vindeyganum. Kinesiski bóndasonurin. Einaferð, í fullveldisins fagra blóma, koma vit tríggir Høgni, Finnbogi og eg gangandi niðaneftir frá einum fundi í stjórnar-skrivstovunum á Tinghelluni. Orðaði við Finnboga um teir góðu gomlu dagarnar, og hann var sjálvandi meinkunnugur við hesi stræti, hann sat jú í landsstýrinum, táið marx-leninistarnir høvdu sína stórheitstíð í sjeytiárunum. Hann spískaði seg rættiliga, táið hann so sarkastiskt segði, mest fyri at arga Høgna, at: “Táið mann legði leiðina hendan vegin í gomlum døgum, tá sá mann í fjesið á Mao Tse-Tung, tað er vorðið meira heimligt í okkara tíð, nú Kjartan Hoydal hevur loyst hann av ímillum sprossarnar !”
Sambært Pálli var tað her, at menn í djúpasta álvara tosaðu um at fremja vápnaða bylting í Føroyum. Her húsaðist ein politisk frímúraralosja við strongum aga. Ongin varð fluttur út á avrættingarpelotongina, men makkaði tú ikki rætt, hugsaði tú ikki sum politbureau´ið, kjarnin, var eksklusiónin vís. Jósup Stalin var fyrimyndin par excellence, ongin rakk honum til kníggja, og so var hann ein so avbera stórur teoretikari eisini. Hansara greining av dialektiskari materialismu bar av øllum. Hann hevði eisini definerað leninismunnar absolutta grundarlag. Men Mao, Pól Pot og Hoxha kundu eisini brúkast. Hetta vóru menn sum vildu nakað, teir høvdu lagt ein massivan løgregluring kring um sítt egna fólk, kannaðu alt úr høvdi í reyv, bara fyri at landsmenn teirra kundu stórtrívast undir teirra vælgerð og fjálgu hondum. Øll onnur litbrigdi í marxistiska ælaboganum vóru óbrúkilig. Tito, Fidel, Enrico Berlinguer og aðrir eurokommunistar vóru revisionistar og renegatar. Írasáð til søgunnar øskudunga. Sambært Pálli vóru hesir nationalu apologetarnir hjá Mao á byltingarlegu í Oslofjørðinum, fyrireikingin til eina føroyska guerilla var farin av bakkastokki, men ólukkutíð duttu teir útí í flogfarinum, nervarnir av loftturbulensinum spældu teimum eitt puss, og føroysku fjøllini hava staðið politiskt/kollveltingarliga spillnakin síðani. Nú alt verður lagt á blik um hesar ætlanir, hevði tað kanska verið eitt hugskot, at onkur teirra opinberaði fyri okkum, hvussu guerillan í heila tikið var løgd til rættis, og hvussu samfelagið annars skuldi skipast, eftir at ein partur av fólkinum var fyribeindur ávegis inn í kommunistiska paradísið.
Bókin er áhugaverdur lesnaður. Hon er væl skrivað og løtt at lesa. Havi bara sæð eina kladdu, tí vóni eg, at alt ov mongu stavivillurnar eru rættaðar í einum seinasta rættlestri. Sum sagt, hongur hon tó í so nógv í leysum lofti, tí hon verður ikki sett í ein veruligan søguligan kontekst, - samanhang. Tað fer onkur annar kanska at gera, nú rámaterialið fyriliggur dokumentariskt. Tá tað hendir hevði rættast verið, at vit samstundis fingu eina psykologiska meting av hesum merkiliga tíðarskeiði og hvørjar orsøkirnar eru til, at menn í ávísan mun fara at ganga í politiskum ørviti og grópa í kirkjugarðsmoldini hjá Stalin.
Sum so fingu hesar marxistisku sektirnar onga politiska ávirkan á føroyska samfelagið. Magnus Dam Jacobsen var helst á nógv rættari leið, enn hann sjálvur visti, táið hann í 1976 skrivaði orðini, ið standa sum preludium til hetta hugleiðandi ummæli. Onkur ávirkan er sjálvandi transformerað út í flokkarnar á tingi, treyðugt so, nakrir av samkomulimunum hava sitið og onkur situr á Føroya Løgtingi, sum berarar av eini postkolonialari borgarligari parlamentarismu. Restin mundi bara vera dagdvølja og líka so hysteriskt samkomulív, sum í teimum villastu kristnu sektunum.
Eitt kom tó burturúr hesum øllum. Eitt ríkt mentanarlív. Í so máta hava m.a. teir, sum Rói Patursson rópti fyri uttangarðsmarxistarnir, ikki livað til fánýtis. At kalla allur skapandi og progressivur vøkstur í føroyskum mentanarlívið er komin úr politiska umhvørvinum vinstru megin miðjuna. Hin síðan er ísakøld og hjartaleys, Mammon er Guð og Guð er Mammon. Gloymi ongantíð, táið Hilmar Jan á einum peppingarmøti fyri Nato, sum fascistavinurin Óli Breckmann skipaði fyri í gongugøtuni fyri fleiri árum síðani, advokeraði fyri hesum krígsgalna felagsskapi brummandi lagið hjá Bob Dylan, - The times they are a´changing. Tá fór bukkan undan reyvini. Kortini mega vit ikki gloyma, at tað vóru tveir partar í hesum málinum. Vit, sum við áhuga lósu Dagblaðið í sjeyti- og áttatiárunum, vita, at tann kyndarin lempaði av dýru makt, fyri at halda stásinum ímillum politisku útriðurnar við líka. Partarnir treytaðu hvønn annan. Aktión – reaktión megin liggur latent ímillum okkum, bara onkur tímir at brúka hana.
Tað kann ikki vera ósagt, at eg kenni nógvar av hesum monnunum heilt væl, sum nevndir eru í bókini. Kenni eg teir rætt, kundi ikki ein einasti teirra funnið uppá, at gjørt haltari hønu mein, eitt kettlingadráp er kanska undantakið, tí velji eg at lata ivan koma teimum til góðar, táið teir vera pumpaðir upp sum harðhjartað militer brótaraross, ið ætlaðu at drepa frá hond, fyri at fáa valdið yvir Føroyum. Sum ein teirra segði, táið eg spurdi hann: “Jamen, Harraguð, hvønn skuldu vit gjørt av við, her er so lítið at taka av frammanundan, at tað hevði verið nonsens at skotið burturav, bara fyri at fáa valdið yvir ongum.”
Góðan lestur, somikið áhugaverd er bókin, at eg las hana í einum strekki, og tann mest paradoksali tankin við lestrarlok var tann løgna búskaparliga støðan, at í dag er tað í stóran mun tann kinesiski kommunistaflokkurin, ið er stabilisatorurin í heimsbúskapinum, meðan superveldið vestanfyri spakuliga gongur til grundar. Ástøðið hjá Rósu Luxemburg um parasittarnar er kanska røtt. Kapitalisman hevur íborin evni at hevja seg sum fuglurin Fønix úr øskuni aftur, hvørja ferð, og hesaferð bendir okkurt á, at tað verður kinesiski bróðurflokkurin hjá Oyggjaframa, - marx-leninistum, sum bjargar heiminum undan tí heilt stóra skrædlinum. Ikki eftir ástøðini hjá politiska skurðguðinum Mao, men eftir pragmatisku nýskipanarleiðini hjá Deng Xiaoping, sum ikki var í krithúsinum hjá reyðdæmdu politisku samkomulimunum úti á Reyninum fyri 30-40 árum síðani.