Síðstu mongu árini hava vit í Føroyum ikki kent til annað enn, at tey sum hava lisið til lækna eru antin farin til Keypmannahavnar ella til Århus fyri at fara undir læknalesturin. Tað er framvegis so, at mong leita sær til Keypmannahavnar og Århus, men seinastu árini hava føroyingar leita sær aðrar vegir, fyri at fáa eina læknaútbúgving.
Og farna leygardag varð so føroysk lestrarsøga skrivað, tí tá fekk Mary Højgaard Hansen av Toftum sítt medisinska kandidatsprógv á Pomeranian Medical University, sum er eitt ensktmælt universitet. Mary Højgaard Hansen er fyrsti føroyingur nakrantíð, sum hevur lokið læknaprógv í Póllandi.
18 aðrir føroyingar
Fyri seks árum síðani gjørdist Mary Højgaard Hansen tann fyrsti føroyingurin, sum fór at lesa til lækna á Pomeranian Medical University í Stettin.
Umframt Mary Højgaard Hansen lesa 18 aðrir føroyingar á Pomeranian Medical University. Fleiri fara at leggjast aftrat í september, og tá verða tað eisini føroyingar, sum fara undir tannlæknalestur á Pomeranian Medical University.
Holger Arnbjerg frá Altjóða Skrivstovuni hjá Fróðskaparsetri Føroya greiður frá, at enn hevur hann ikki upplivað nakran føroyskan lesandi á Pomeranian Medical University, sum er givin við lestrinum, og tað boðar sanniliga frá góðum.
Ætlaði upprunaliga at fara til Danmarkar
Upprunaliga ætlaði Mary Højgaard Hansen at fylgja slóðini hjá hinum føroyingunum, sum hava lisið til lækna:
- Eg ætlaði at lesa í Danmark, men eg visti sum varð, at prógvið ikki hevði eitt nóg høgt miðaltal. Tí setti eg meg í samband við Altjóða Skrivstovuna. Har greiddi Holger Arnbjerg frá, at Pólland varð rættiliga væl umtókt millum skandinavar, sum vildu lesa til lækna. Serliga vóru tað svenskarar og norðmenn sum leitaðu sær til Póllands at lesa til lækna. Og eg valdi so at søkja, og slapp inn, greiðir Mary Højgaard Hansen frá í telefonini úr Póllandi.
Ùtbúgvingin hevur tikið seks ár. Tað eru nógvar royndir gjøgnum eitt skúlaár. Triðja lestrarárið hevði Mary samanlagt 80 royndir, sum hon mátti ígjøgnum áðrenn hon slapp til próvtøku. – teimum dámar væl at kontrolera, at tú fylgir við og lesur uppá, staðfestir toftakvinnan.
Øll frálæran gongur fyri seg á enskum. Tey lesandi læra tó so frægt av pólskum, at tey kunnu klára tað mest neyðturviliga samskiftið við póllendingar.
Ùtbúgvingarnar eru rættiliga líkar
Spurd um ein læknaútbúgving, sum er tikin í Danmark ikki er á hægri støði, svarar Mary:
- Hatta hoyrir ein ofta. Tað er sjálvandi ringt hjá mær at samanbera, tí eg havi ikki lisið í Danmark. Men eg havi tosað við praktikantar, sum hava lisið í Danmark, so vísir tað seg, at útbúgvingarnar á mangan hátt eru rættiliga líkar. Sjálv rokni eg við, at tað eru fyrimunir og vansar við báðum. Ein vansi hjá okkum kann so verða, at sjúklingakontaktin er ikki heilt tann sama hjá einum, sum hevur lisið í Póllandi. Har kunnu tey sum lesa í Danmark jú tosa beinleiðis við sjúklingarnar.
- Men tað er so nakað, sum eg bara má arbeiða harðari við, slær Mary Højgaard Hansen fast.
Unga toftakvinnan fer nú til Ålesund í Noregi at gera sær sínar fyrstu arbeiðsroyndir sum nýútbúgvin lækni.