Fríggjadagin klokkan 16 letur listaframsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík við málningum, sum Mary Strøm hevur málað.
Opið er til kl. 19 fríggjadagin.
Mary Strøm er úr Havn, men hevur búð nógv ár í Danmark. Hon hevur lært til sniðgeva í Herning og verið á fleiri listarskeiðum. Hon hevur í nógv ár undirvíst á kvøldskúla í sniðgávu, seyming og tilskering.
Mary Strøm fæst bæði við málningalist og skulpturar.
Framsýningin er opin til mikudagin 25. juli.
Leygardag er opið kl. 12-18, hinar dagarnar kl. 14-18.