Norðurlendskir matambassadørar fara í døgunum 26.-27. mai at hittast í Føroyum 26. og 27. mai verður fundur hjá matambassadørunum, sum eru tilnevndir í Norðurlandaráðs verkætlanini Ny Nordisk Mad, í Føroyum.
Verkætlanin er sprottin úr manifestinum, sum fleiri norðurlendskir kokkar, teirra millum føroysku Leif Sørensen og Gundur Fossdal, løgdu fram eftir ráðstevnu 18. og 19. november 2004. Úr manifestinum kann nevnast, at nýggja norðurlendska matgerðarlistin skal:
- endurspegla árstíðina í máltíðini,
- byggir á tær rávørur, sum verða framúr góðar í okkara veðurlagi, náttúru, havi og vøtnum
- sameina kravið um vælsmakk og okkara vitan í dag um heilsu og vælveru
- fáa tað at renna saman millum bestu norðurlendsku (les føroysku) matgerðarhættirnar og kulinarisku siðirnar og íblástur og ávirkan uttaneftir
Manifestið, verkætlanin, ambassadørarnir og fremstu kokkarnir í norðurlondum hava fram um onnur vakt ans í norðurlendskum og altjóða høpi fyri dygdargóða matin í Norðurlondum. Millum annað umvegis matsendingarnar hjá Claus Meyer, sum er í verkætlanarstýrinum, og tey flestu hava helst hoyrt um Rene Redzepi á Noma, sum júst nú hevur fingið enn ein altjóða heiður fyri norðurlendsku matskránna.
Heima í Føroyum hava okkara kokkar og bestu matstovur eisini tikið til sín hetta rákið um virðing fyri okkara egnu rávørum og góðari tilvirkan úr henni. Roynt verður á mangan hátt at bjóða føroyingum og útlendskum gestum nýggjar og spennandi rættir í føroyskari rávøru, eitt nú royndi Al Gore undir sínari vitjan í Føroyum onkrar av hesum.