Matarazzi er skurkurin

Franski landsliðsspælarin Lilian Thuram leggur nú eftir italska verjuspælaranum Marco Matarazzi, sum brast saman við Zinedine Zidane í HM-finaluni í fótbólti.
- Provokatørarnir eru teir veruligu skurkarnir, og teir skuldu verið revsaðir. Spælarar sum Matarazzi skuldu ikki verið til, tí teir umboða eina sjúku í fótbóltinum og geva spælinum ringt umdømi, sigur ein bersøgin Thuram við eitt franskt blað.- Matarazzi fornermaði familjuna hjá Zidane á grovasta hátt, og tí skili eg væl, at Zidane gjørdi, su mhann gjørdi. Hann reyk í felluna, men eg haldi ikki, at útvísingin hevði nakra ávirkan á úrslitið av HM-finaluni, sigur Thuram.