Matarlysturin er góður

Bæði í KÍ og Víkingi, sum seinnapartin bresta saman, hevur úrtøkan higartil verið lakari, enn tað varð roknað við

Lagið er einki serligt í KÍ leguni. Eftir tveir sigrar á heimavølli luktaði tað av møguleikanum at vera við í kappingini um heiðursmerkjaplássini, var tað stórt vónbrot fyri viku síðani at tapa 3-0 í Runavík.

Klaksvíkingar vóru bragdligir í 1. hálvleiki, tá ið teir kroystu toppliðið, og tá ið teir tiltuskaðu sær fleiri upplagdar málmøguleikar. Trupulleikin var enn einaferð, at tað ikki eydnaðist at vinna úrtøku burturúr, og so sektaðu NSÍ og Klæmint A. Olsen KÍ, sum datt niður aftur á sjeynda plássið.

Hóast einki mál og onga úrtøku og lítið sannførandi avrik í 2. hálvleiki, so siga klaksvíkingar seg framvegis at bera høvdið høgt:

-Hetta var vónbrot, tí vit høvdu betri uppiborið í Runavík. Vit hava framvegis sum mál at vinna luttøku í europeisku kappingunum næsta ár, og vit trúgva framvegis, at tað fer at bera til, sigur KÍ málverjin Meinhardt Joensen.

Ísak Simonsen og Ivan Joensen eru so mikið skaðadarvaðir, at teir ikki eru førir fyri at spæla ídag. Heðin á Lakjuni er ivasamur. Onkrir av yngru monnum spældu part av tíðini, tá ið næstbesta liðið í gjár vann 1-0 á heimavølli ímóti teimum næstbestu hjá Víkingi.

 

Víkingur tapti fyri fyrstu ferð í ár á útivølli fyri viku síðani, og vónbrotið eftir 2-1 tapið í Gundadali ímóti HB var av fleiri orsøkum stórt:

-Tað ber ikki til í Klaksvík at endurtaka tað, sum vit vístu 1. hálvleik ímóti HB, tá ið vit runnu aftan á mótstøðumonnunum. Tað var einki at siga til, at HB vann, tí HB hevði møguleikar at vinna, men vit eru fortørnaðir um, at sigursmálið varð skorað, tá ið vit hildu, at talan var um sólarklárt fríspark ímóti Geza Turi, sigur Sigfríður Clementsen, venjari hjá Víkingi.

Atli Gregersen er leikbannaður. Gert Hansen og Súni Olsen eru boð upp á avloysara í miðverjuni. Hans Jørgen Djurhuus er framvegis skaddur.

 

Tað var sera undirhaldandi, tá ið KÍ í fjórða umfari var í Sarpugerði. Tá var úrslitið 3-3, eftir at KÍ var frammanfyri bæði 2-0 og 3-2.