Materazzi aftur skallaður

Uttan iva var mest umtalaða hendingin í HM-kappingini í fjør, tá Zinedine Zidane stútaði italska Marco Materazzi, og harvið fekk reytt kort í sínum seinasta altjóða dysti. Um vikuskiftið var Materazzi aftur partur av líknandi hending, tá Gennaro Delvecchio úr Sampdoria skallaði verjuspælaran hjá Inter. Hetta eftir at Materazzi hevði skeldað um fyrilitarleyst spæl frá Sampdoria-áleyparanum. Útvísingin gjørdi annars uppgávuna hjá Inetr lættari. Liðið vann sí n14. dyst á rað, og teir tykjast hava snórabeina kós móti italska meistaraheitinum.