Søgurnar um at verjuleikarin hjá Valencia, Jeremy Mathieu, hevur verið á veg til Barcelona, hava koyrt leingi. Í dag váttar FC Barcelona, at felagið hevur keypt verjuleikaran frá Valencia.
FC Barcelona kunngerð at felagið hevur goldið 150 milliónir krónur fyri franska verjuleikaran og somuleiðis boðar felagið frá, at sáttmálin millum Mathieu og Barcelona er galdandi í 4 ár fram.