- Kjøt, sukur og grønmeti eru dýrkað, meðan eitt nú klædnavørur og fótbúnaður er vorðin bíligari, sigur Hagstova Føroya Brúkaraprístalið hækkaði 0,2 prosent frá fjórða ársfjórðingi 2009 til fyrsta ársfjórðing 2010.
Taka vit seinasta árið - frá fyrsta ársfjórðingi 2009 til fyrsta ársfjórðing 2010, er brúkaraprístalið lækkað 0,8 prosent.
Hagstova Føroya veit at siga, at fyrsta ársfjórðing í ár var brúkaraprístalið 115,2 samanborið við 115,0 fjórða ársfjórðing í 2009.
Prísvøksturin stendst mest av dýrari flutningi.
- Ferðing við strandfaraskipunum er vorðin góð 12 prosent dýrari, og prísurin á brennievnum til akfør er farin 2,3 prosent upp.
Samanlagt eru flutningsprísirnir hækkaðir 2,3 prosent, sigur Hagstovan.
Lagt verður aftrat, at matvøruprísirnir eisini eru uppfarnir.
- Fyrsta ársfjórðing í ár er kjøt dýrkað 1,8 prosent, sukurvørur 1,4 prosent og grønmeti 1,1 prosent.
Samanlagt eru matvøruprísirnir hækkaðir 0,4 prosent.
Meðan prísirnir á kjøti, sukri og grønmenti eru hækkaðir, eru prísirnir á eitt nú klædnavørum og fótbúnaði lækkaðir 2,7 prosent seinasta ársfjórðingin í ár, skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu.