Matvøruprísirnir veksa framvegis

Prísirnir veksa nú við lægri ferð, enn seinastu trý árini. Meðan býli og flutningur geva negativt íkast til inflatiónina, veksa prísirnir á mat- og drykkjuvørum framvegis

Tað skrivar Búskaparráðið í várfrágreiðing síni.

Í 2021 fór inflatiónin at taka dik á seg. Í fyrsta umfari vóru tað millum annað prísirnir á býli og flutningi (serliga brennievni), sum góvu íkast til vaksandi inflatiónina. Í 2022 hendi eitt lop í matvøruprísunum, og mat- og drykkjuvørur fóru somuleiðis at geva íkast til inflatiónina. 

Frá fjórða ársfjórðingi 2022 til fyrsta ársfjórðing 2023 fór vísitalið fyri rentuútreiðslur til sethús, úr 51 upp í 109. Sostatt vóru tað serliga øktu rentuútreiðslurnar, sum gjørdu, at býli gav eitt positivt íkast til vøksturin í brúkaraprístalinum í hesum tíðarskeiðinum. Vísitalið fyri rentuútreiðslur varð hægst fjórða ársfjórðing 2023, og hevur síðan verið fallandi, skrivar Búskaparráðið.

Prísurin á ravmagni og hita (ið fevnir um ravmagn, brenniolju og fjarhita) sveiggjar nógv, tó er tað bert brennioljan, ið sveiggjar nógv í prísi, meðan prísirnir á ravmagni og fjarhita sveiggja væl minni.

 

##med2##

– Sum heild er tað heft við óvissu, tá metast skal um viðurskifti, sum toga inflatiónina í Føroyum upp. Hetta kemur av, at samansetingin av vørunum og tænastunum í brúkaraprístalinum er gjørd út frá eini brúkarakanning í 2007. Tað merkir, at brúkaraprístalið hevur ta fortreyt, at føroyingar ikki hava broytt sítt nýtslumynstur í øllum hesum tíðarskeiðinum. Hetta metir Búskaparráðið vera ósannlíkt og mælir til, at samansetingin av ymsu vøru- og tænastubólkunum í brúkaraprístalinum verður dagførd, skrivar Búskaparráðið.